Ísraelska løgreglan hevur tikið ein ísraelskan hermann, sum er skuldsettur fyri nýnazistiskt virksemi.
Hermaðurin, sum ikki er nevndur við navni, bleiv tikin, tí hann hevði fingið sær eitt nazistiskt tekin á annan armin, skrivar AP. Tað gjørdi, at løgreglan fór at kanna íbúð hansara á Vestara Áarbakka, og har komu løgreglumenninir fram á ymiskt nýnazistiskt tilfar, sum hermaðurin eftir øllum at døma hevði fingið sær av alnótini.
Nýnazistiskt virksemi er rættiliga óvanligt í Ísrael, men AP vísir á, at nógv fólk, sum ikki eru jødar, hava fingið ísraelskan ríkisborgararætt tey seinastu árini, tí onkur av forfedrunum var jødi. Mong teirra eru komin úr fyrrverandi sovjetskum lýðveldum, og fleiri teirra eru kristin.