Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum, hevur svarað Karlot Hergeirssyni upp á ein § 52 a fyrispurning um sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum. Løgtingsmaðurin setti landsstýrismanninum tríggjar spurningar:
1) Hvør er orsøkin til, at landið ikki klárar at halda sína flutningsskyldu imillum oyggjar, sum er áløgd landinum sambært løgtingslóg um fólka- og farmaflutning?
2) Er orsøkin, at veðrið háttar sær øðrvísi nú enn fyrr, at Strandfaraskip Landsins hava gjørt nýggjar váðametingar, at skipini eru eldri og ótíðarhóskandi - ella tí, at skipini ikki eru egnað at sigla tær farleiðir, sum tey eru sett inn á?
3) Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við hetta og nær?
Sum svar uppá spurning 1, sigur landsstýrismaðurin, at SSL heldur lógarásettu flutningsskylduna. Tó vil so vera, at broytingar og avlýsingar onkuntíð koma fyri á ymisku farleiðunum. Hesar standast oftast av avbjóðandi veðri. Tað kann gera seg galdandi fyri sjálvi líkindini at sigla, men eisini atløguviðurskiftini kunnu verða ávirkaði av veðri og hava við sær órógv á vanligu ferðaætlanina.
Aftrat veðrinum standast onkuntíð broytingar og avlýsingar av tøkniligum brekum á skipini. Av tí, at miðalaldurin á skipunum er rættiliga høgur, økjast sonevndu ellisbrekini, og tað er torført at finna røttu eykalutirnar.
Eisini ávirkast ferðaætlanir av, at Strandferðslan einans hevur eitt eykaskip, Erlu Kongsdóttir. Avloysir Erla eitt annað skip, sum er í dokk ella á beding, er einki rúm fyri, at onnur skip fáa brek uttan, at tað ávirkar reglusemið í siglingini.
Strandferðslan leggur stóran dent á altíð at kunna viðskiftafólk síni skjótast møguligt, um tað eru broytingar ella avlýsingar. Hetta verður eitt nú gjørt umvegis eina sms-skipan hjá stovninum, sum viðskiftafólk kunnu melda seg til, og sum í dag hevur knappar 8.000 haldarar.
Eisini kunnar Strandferðslan um broytingar og avlýsingar á heimasíðuni og Facebook-síðuni, umframt at tað verður kunngjørt í Kringvarpinum og á netmiðlunum, um neyðugt. Øll hendan kunningin er týðandi lutur í at tryggja tænastustøðið og fyri at tryggja nøktandi ferðafólka- og farmaflutning.
Í svarinum til spurning 2, sigur landsstýrismaðurin soleiðis:
- Frá skiparum og stýrimonnum hjá Strandferðsluni verður sagt frá hægri aldum seinastu trý árini í mun til áður. Tó ikki so nógv, at tað hevur havt við sær broyttar váðametingar.
At skipini eftirhondini eru rættiliga gomul, hevur politiska skipanin ásannað. Verandi skip kunnu tó eftir umstøðunum sigast at rigga rímiliga væl til tær ymisku farleiðirnar, hóast flestu teirra ikki eru bygd til sjálva farleiðina og eru ov gomul.
Og til seinasta spurningin, spurning 3, verður sagt soleiðis í svarinum:
- Landsstýrið hevur sett sær fyri, at strandferðsluflotin skal endurnýggjast. Farið er undir at gera forkanningar, skitsur og aðrar fyrireikingar. Síðan verður farið undir at projektera, men tað krevur munandi hægri játtan enn tað, sum higartil er sett av fyri 2024. Eftir hetta verður arbeiðið boðið út, og síðan byrjar nýbyggingin.
Umframt nýbygging er tað av stórum týdningi, at atløguviðurskiftini hjá ferjunum eru so góð sum gjørligt. Talan kann bæði vera um størri og minni hydrauliskar rampur, sum land og kommuna mugu syrgja fyri eru í besta standi - og annars eisini minni betong rampur eitt nú í Skúvoy og í Fugloy, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.