Øssur er nýggjur aðalskrivari

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Øssur Kjølbro í Klaksvík til nýggjan aðalskrivara Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum hevur gjørt av at seta Øssur Kjølbro úr Klaksvík í starv sum nýggjan aðalskrivara. Hann skal taka við eftir Vagn Foldbo, sum herfyri fór úr starvi eftir 4½ ár.

Øssur Kjølbro hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn, og tók prógv sum cand.theol. í 2003. Síðani hevur hann eisini tikið skeið innan leiðslu.

Øssur Kjølbro kennir Heimamissiónina væl. Hann hevur havt sína regluligu gongd í KFUM & K í Klaksvík, sum hevur eitt sera tætt tilknýti til Heimamissiónina. Eisini hevur hann verið virkin í felagsarbeiðinum í Heimamissiónini og hevur m.a. verið formaður í nevndini fyri Heimamissiónsforlagið. Øssur hevur ferðast nógv kring landið til møtir, ungdómsmøtir o.a., verður sagt í tíðindaskrivi.