Øssur í Hvidovre

ÍF toppskjúttin frá í fjør var í gjár fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Hvidovre, sum á heimavølli tapti 1-0 ímóti Vejle. Í fjør skoraði hann ellivu mál í Fuglafirði, har hann ivaleyst verður saknaður. Nú hevur ÍF toppskjúttin frá í fjør, Øssur Dalbúð, skift reyðu ÍF troyggjuna út við reyðu troyggjuna hjá Hvidovre.

Hóast Hvidovre er aftast í næstbestu deildini, so er kappingin um plássini stór. Men í gjár var Øssur Dalbúð fyri fyrstu ferð við í landskappingardysti.

Fyrrverandi Brøndby verjuspælarin, Per Nielsen, er venjari í Hvidovre, og hann setti Øssur Dalbúð á vøllin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

Tá var støðan 1-0 til Vejle, og tað varð eisini úrslitið í uppgerðini, sum varð víst á TV2Sport tíðliga seinnapartin í gjár. Vejle stríðist fyri at flyta upp í bestu deildina, meðan Hvidovre stríðist fyri at sleppa av aftasta plássinum.