Mest umtalaða støðan við Stórá í Trongisvági í dag, tá B36 vann 1-0 á TB mundi verða støðan, tá Casper Radza bjargaði einum brotssparki hjá Róaldi Jakobsen hjá B36. B36-arnir runnu, sum eitt snarljós inni í brotsteigin hjá TB fyri at fanga returbóltin, og har beindi Oddmar Færø bóltin í málið til 1-0. Heimafólkið meinti, at B36-arnir runnu ov tíðliga inn í brotsteigin aftaná at brotssparkið var tikið, og tað frættist eisini um videoupptøkur, sum vísa hetta.
Hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg heldur ikki, at tað er neyðugt at gera so nógvan háva burturúr hesum. Jákup á Borg heldur, at so kann eisini tosast um, at Casper Radza flutti seg ov tíðliga, og Jákup á Borg heldur, at tað hendir ræðuliga ofta, at málmenn flyta seg ov tíðliga, tá brotsspørk skulu takast, og uttan iva eisini ofta, at spælarar fara ov tíðliga inn í brotsteigin.
Annars heldur Jákup á Borg, at tað samlað var talan um ein uppibornan 1-0 sigur til B36 ímóti TB í Trongisvági í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Jákup á Borg fyrr í dag.