Hetta er ein álvarstøða, og tað er ikki sørt ræðandi, tá ið vit hava í huga at tað búgva 4.700 fólk í Suðuroy. Tað sigur Signar Dam við heimasíðuna hjá Tvøroyar Kommunu, nú hann er farin úr starvi sum kommunulækni á Tvøroyri, eftir at hava røkt starvið í næstan 50 ár.
Av tí at kommunulæknar ikki eru í føstum starvi, eru tað skiftandi avloysarar, sum hava verið álitið.
Málið varð eisini umrøtt á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið. Les meiri um tað her: Nú er støðan heilt ótolandi
Annars eru fýra kommunilæknastørv í Suðuroy og Signar Dam heldur, at tað er ein máti at fáa fleiri læknar í fast starv.
Í 2010 var eitt álit skriva um kommunlæknaskipanina og har varð skotið upp at gera ein heilsudepil í Suðuroy, har allir fýra kommunulæknarnir, og onnur heilsustarvsfólk, arbeiða undir sama taki.
– Tað er ikki longur nóg mikið at tosa um trupulleikan, sigur Signar Dam við heimasíðuna hjá Tvøroyrar Kommunu. Tí mælir hann til at fylgja tilmælinum og at gera ein heilsudepil í Suðuroynni, har kommunulæknarnir og hini heilsustarvsfólkini, geva hvørjum øðrum burtur av síni vitan, har tey avlasta hvønn annan og hjálpast at við vaktum, og øðrum.
– Verandi skipan við tveimum viðtaluhølum, har kommunulæknar sita spjaddir, er ikki við til at menna kommunulæknatænastuna og sannlíkt er tað ein orsøk til tað er so ringt at fáa kommunulæknar at støðast í Suðuroynni, heldur hann.
Signar væntar ikki, at tað fer at tað verður nakar serligur bági fyri sjúklingin, at tað bara verður ein heilsudepil í Suðuroynni.
– Í dag koyra allir sjúklingar í bili til viðtaluhølini, vegasambandið er sera gott, og koyritíðin er stutt millum bý og bygd í Suðuroynni, sigur fráfarni kommunulæknin.
– Ein heilsudepil í Suðuroynni er ikki øðrvísi enn í økinum norðanfjørðs, har fólk javnan koyra væl longri til viðtalu, enn nakar suðuroyingar fer at gera til ein heilsudepil.
– Hetta er heldur ikki øðrvísi enn, at fólk í dag koyra til skaðastovuna á Suðuroyar sjúkrahúsi, tá tørvur er á viðgerð í úrtíð, sigur hann.
Hann heldur, at tað, sum er alt avgerandi, er, at kommunulæknaskipanin virkar, og at hon verður før fyri at veita borgarum dygdargóðar heilsuveitingar á høgum fakligum stigi.
Hann ásannar, at hjá summum verða slíkar broytingar kanska ein herskin biti at svølgja, men hann er sannførdur um, at hesar broytingarnar eru neyðugar, skulu vit varðveita eina tíðarhóskandi kommunulæknaskipan í Suðuroynni.
Um eina løtu greiða vit frá, hvat ein av teimum donsku kommunulæknunum, sum ofta hevur verið avloysari á Tvøroyri, segði við Sosialin um hvussu tað er at vera kommunulækni í Suðuroynni