Nógv hevur verið gjørt burtur úr ST síðani orðaskiftið um Hvítubók fór av barkastokki í lærarskúlanum herfyri. Beinleiðis orsøkin til nógvu umtaluna, Merkið og flaggstong hava fingið millum føroyskar politikarar er landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum. Á kjakfundi endurgav hann alheims tíðindastovuna Reuter fyri at siga, at hitt 186. flaggi við ST-høvuðsborgina í New York eftir øllum at døma fór at verður føroyska Merkið.
Tað vera føroyingar, ið sleppa at taka hesa avgerð, men undir øllum umstøðum er ST-dagur í morgin 24. oktober.
Greið aðalendamál
Hendan dagin í 1945 tá oyðandi leiktólini á kríggspallinum umsíðir vóru tagnað og kólnað so frægt, at tjaldið kundi verða drigið fyri, var ST-sáttmálin undirskrivaður. Seinni Heimsbardagi var nú farin í søguna, og lond og leiðarar vóru skelkað. Milliónir høvdu latið lív og stórir partar av Evropa lógu í sori.
Tey 26 londini, ið undirskrivaðu formliga ST-sáttmálan á hesum degi høvdu longu í 1942 tikið undir við aðalendamálinum, tá umboðsfólk hittust til fundar í Washington. Øll kendi tey ein tørv á einum sterkum felagsskapi, ið kundi stuðlað upp undir frið, og royna at steðga kríggi og bardøgum í komandi tíðum.
Sameindu Tjóðir hava nøkur greitt skilgreinaði aðalendamál. At varðveita frið í heiminum. At knýta friðarlig sambond millum lond. At berjast móti fátækradømi og ólesi. At stríðast fyri rættindum og frælsi hins einstaka. Felagskapurin skal harumramt virkað sum tingingarstaður alra landa, ið skal stuðla upp undir, at hesi røkka fram ímóti tí, tey hava sett sær fyri.
Einans fræls lond, ið eru viðurkend í alheims høpi kunnu fáa limaskap í ST. Í dag eru 185 lond limir í ST, og verða Føroyar sostatt 186. limalandi, verður ætlan landsstýrisins framd í verki. Á aðalfundum hevur hvørt landi bert eina atkvøðu. Áhugavert er, at Kina, har o.u. 1,2 milliardir fólk búgva og Føroyar við sínum 45.000 sálum, høvdu staðið ájøvn í styrki á hesum fundum.
Frá Lie til Annan
Andlit Sameindu Tjóða á alheims pallinum er aðalskrivarin. Tey 54 árini, felagsskapurin hevur verið til, hava 7 aðalskrivarar verið. Fyrstur var norðmaðurin, Trygvi Lie, sum sat í 6 ár. Honum á baki kom aftur ein norðulendingur. Tað var hin so navnframi Dag Hamerskjöll, ið var aðalskrivari í samfull 8 ár, til hann í 1961 doyði í flogvanlukku á afrikanska meginlandinum. Burmesin, U Thant tók síðani um endan. U. Thant var aðaldskrivari til 1971, og er maðurin, ið hevur sitið longst í sessinum.
Maðurin, sum tók við starvinum eftir burmesan var hin seinni so umstríddi eysturríkarin, Kurt Waldheim, sum seinni gjørdist forseti í Eysturríki, men alla sína politisku tíð noyddist at stríðast ímóti fortíð síni sum nasistiskur yvirmaður. Í ST-aðalskrivaraembætinum megnaði hann kortini at sita í 9 ár, frá 1972 til 1981 tá Javier Péres de Cuéllar úr suðuramerikanska landinum Peru gjørdist aðalskrivari. Péres røkti starvið í 9 ár men avloysarin, hin tvínevndi Boutros Boutros-Ghali úr Egyptalandi, ið var hildin at vera ov veikur til starvið, var einans aðalskrivari í tíðarskeiðinum 1992-96, tá ST valdi sær ein annan; Kofi Annan úr Ghana, sum kanska verður maðurin ið fer at taka í hondina á Føroya Løgmanni og bjóða føroyingum vælkomnum á altjóða pallin.
Leikluturin hjá aðalskrivaranum er m.a. at leggja mál fyri trygdarráðið, metir hann onkran trupulleika so álvarsaman, at heimsfriðurin er í vanda. Harumframt kann hann taka mál upp til viðgerðar á aðalfundunum. Mangan sæst aðalskrivarin sum semingsmaður í politisku brennideplum heimsins.
ST-dagurin verður hildin kring allan knøttin í morgin, og í flestu londum verður flaggið vundið í húnar hátt. Eisini her í Føroyum verður Merkið vundið á stong til tess at vísa felagsskapinum virðing og minna fólk á góðu endamálini.