StÍF er púrasta leyst

Við sigrinum á VB staðfestu kvinnurnar hjá StÍF, at tær ikki ætla sær nakran veg úr bestu deildini

Hondbóltur

Útsetti dysturin millum StÍF og VB varð spældur fríggjakvøldið. Og her eydnaðist tað StÍF at toga seg fullkomuliga frá botninum.
Talan var annars fyri tað nógva um ein sera javnan dyst, men beint eftir steðgin eydnaðist tað StÍF at stinga av. Adina Chiricesci mest sum stongdi málið fyrstu 10 minuttirnar, og tá liðfelagar hennara samstundis megnaðu at gera sær dælt av hesum, skrædnaði veruliga hjá VB. Tær royndu eina løtu at stríða seg aftur í dystin, men munurin upp til StÍF var blivin og ov stórur, og so máttu gestirnir geva skarvin yvir.

VB ella VÍF
Og tað mugu tær eisini á stigatalvuni, har StÍF við sigrinum veruliga slapp sær leyst frá botninum.
Har hevur StÍF stríðst við VB og VÍF, men nú eru tað bert tey bæði seinast nevndu, sum eru eftir í tí stríðnum. Fyrsta slagið millum tey bæði vann VÍF á heimavølli, men tað merkir samstundis, at VB enn hevur tveir heimadystir til góðar í botnstríðnum, og tað verða fyrst og fremst hesir, sum gera av, hvussu niðurflytarin í kvinnudeildini fer at eita.

Fakta um dystin
StÍF-VB 29-24 (15-15)
10 min: 5-3
20 min: 12-8
40 min: 21-16
50 min: 26-20
Málskjúttar
StÍF: Roxanna Bodirlau 8, Bára Berthelsen 8, Bobra Adriana 6(6), Rebekka Justinussen 4, Fríðrun Danielsen 3
VB: Bára Mortensen 8, Sára Samuelsen 4, Christina Holm 4(1), Svava Vestergaard 3, Theresa Joensen 2(1), Una Egilsdóttir 2, Anna Djurhuus 1
Brotskøst: StÍF 7, VB 4
Útvísingar: 2, VB 3
Dómarar: Birgir Sondum & Thomas Juul Hansen