StÍF er steypaliðið

StÍF heldur enn vanliga stílinum í Coca-cola kappingini í hondbólti. Í gjár vunnu strandingar 31-29 á VÍF

Hondbóltur

 

Fyrsta fjórðingsfinalan í Coca-Cola kappingini hjá monnum varð spæld í gjárkvøldið.

Kanska skuldi VÍF roknast sum favorittur, nú teir hava víst stóra styrki í landskappingini, men steypatraditiónirnar hjá StÍF eru ikki at kimsa at.

Og hesar traditiónir hildu strandingar eisini fast um. Tað eydnaðist nevnliga at vinna dystin 31-29, eftir at VÍF annars var á odda 19-18 í steðginum.

Talan var alla tíðina um ein sera spennandi dyst, men sum ikki einaferð, so mátti VÍF geva skarvin yvir móti júst StÍF í steypakappingini. Nakað ið mest sum er blivið til eitt árligt afturvendandi tiltak hjá vestmenningum.

Fyri StÍF skutu Alexandur Johansen og Rúni Johansen 7 mál í part. Hjá VÍF skeyt Agnar Joensen 8 mál.

Hinir dystirnir í fjórðingsfinaluni hjá monnum í Coca-Cola kappingini verða spældir í annaðkvøld og fríggjavøldið. Í morgin klokkan 20 spæla besta og næst besta mansliðið hjá Kyndli. Fríggjakvøldið klokkan 20 tekur KÍF móti H71, og klokkan 20.30 sama kvøld tekur næst besta liðið hjá H71 móti Neistanum.