StÍF hevur takið í Vestmanna

StÍF skal als ikki avskrivast í hondbóltskappingini. Sunnudagin løgdu teir fyri aðru ferð í ár VÍF niður - hesa ferð í Vestmanna

Atlantic Airways-kappingin

Hóast byrjanin hjá strandingum - sum ikki einaferð - hevur verið so sum so, so skal liðið ikki avskrivast. Teir hava áður sýnt, at júst stóru dystirnir, har nógv stendur upp á spæl, er júst tann kosturin, sum teimum dámar best, og hetta var aftur sjón fyri søgn sunnudagin.
Grundað á úrslitini higartil í ár, so skuldu vestmenningarnir kanska verið favorittar undan dystinum, men um hetta var so, so fingnu strandingar skjótt áskoðararnar upp á aðrar tankar.
Gestirnir byrjaðu nevnliga við buldur og brak, meðan tað var millum lítið og einki, sum hekk saman hjá VÍF fyri steðgin. Líka mikið, hvussu teir royndu at snúgva sær, so spældu kviku strandingarnir seg støðugt ígjøgnum verjuna, og eitt langt skifti tóktust vestmenningarnir nærum hjálparsleysir.

Kappingarskipanin liggur væl
Tá fyrri hálvleikur var av, mundi heldur ikki vera nakar stórvegis ivi um, hvør tað var, sum skuldi fara avstað við sigrinum, men vertirnir royndu tó at skapa spenning íaftur. Teir megnaðu at minka munin niður í fimm mál, men tá StÍF so svaraði aftur enn einaferð, var ikki stórt meira at gera. Ásannast mátti enn einaferð, at í júst hesum dystinum er tað aloftast teir hjá StÍF, sum hava betra takið.
Tað er tó einki at ivast í, at VÍF enn hevur eitt lið, sum væl og virðiliga er ført fyri at stríðast frammi í oddinum. Men tað tykist eisini eins greitt, at StÍF so sanniliga eisini ætlar sær eitt av plássunum, sum gevur atgongd til finaludystir. Júst finaludystum hava strandingarnir gjørt seg til serfrøðingar í nógvu seinastu árini, og tí er væl hugsandi, at nýggaj kappingarskipanin fer at liggja sera væl til teirra. Og um ikki, so hava teir jú altíð steypakappingina, sum teir kunnu dúva uppá.

Faka um dystin
VÍF-StÍF 27-31 (10-18)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 8, Áki G. Olsen 8, Regin Joensen 5, Sámal Joensen 3, Harald Bjørgvin 1, Rúni Joensen 1, Sjúrður Poulsen 1
StÍF: Leivur Justinussen 7, Sveinur Justinussen 7, Bárður Danielsen 6, Borgar Danielsen 6, Bent Djurhuus 3, Jørmund Joensen 2
Brotskøst: VÍF 1
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen