StÍF kann fara avstað

Vestmenningar hava frí mikukvøldið, so við einum sigri á hoyvíkingum kunnu strandingar leggja seg einsamallar á odda í bestu mansdeildini

Manshondbóltur

Fult umfar verður í manshondbóltinum mikudagin. Tað vil siga, at seks av teimum sjey liðunum í deildini skulu royna seg, og eru vestmenningar teir einastu, sum kunnu taka sær av løttum.
Júst hetta ger, at møgulieki nú er fyri, at StÍF kann leggja seg einsamalt á odda. Sum er hava vestmenningar og strandingar eins nógv stig, men VÍF hevur tó leikt ein dyst fleiri.

Spennandi á Hálsi
Og útlitini eru góð hjá strandingum, nú teir aftur vitja í Hoyvíkarhøllini. Har vóru teir eisini um vikuskiftið, tá teir vunnu tepurt á KÍF, men á pappírinum er talan í øllum førum um munandi lættari uppgávu, nú H71 er vertur. Hoyvíkingar hava ikki í sama mun sum áður styrkt sær um liðið við útlendskum kreftum, og tí kunnu teir í løtuni sjáldan gera tær stóru skreytirnar ímóti stóru liðunum.
Ein annar dystur verður í Havn mikukvøldið, tá KÍF fer oman á Nabb at spæla móti Kyndli. Fyrist dysturin hjá ?nýggja? KÍF var ímóti júst Kyndli, og einki er at ivast í, at kollfirðingarnir nú ætla sær at betra tepra tapið, sum spurdist burturúr tað ferðina.
Hinvegin er heldur einki at ivast í, at Kyndil hevur tørv á at reisa seg eftir avsmurningin, sum teir fingu í Vestmanna seinasta mikudag, tá teir vóru í Vestmanna. Tað avrikið varð í øllum førum ikki góðtikið av áskoðarum felagsins, og spurningurin er so, hvørt leikararnir hava lært nakað frá tí dystinum.
Seinasti dysturin mikukvøldið verður í Runavík, har Neistin kemur á vitjan. Hóast dysturin millum liðini bæði var sera javnur, tá Tjaldur vitjaði í Havn, so er einki at ivast í, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Enn hevur Tjaldur so langt ífrá víst spælið, sum fleiri ferðir í fjør argaði tey stóru, og fyrst og fremst ræður um hjá teimum at fáa venjignarstøðuna og hondbóltslagið annars í nóg góða legu. Tað hevur hon so ikki verið higartil, men hvør veit. Kanska er tað farið at ganga rætta vegin nú.