StÍF kom á talvuna

Við sigri á VÍF togaði StÍF seg upp um niðurflytingarstrikuna í Sunset-deildini

Hondbóltur

Støðan hjá StÍF var rættiliga greið undan dystinum. Eitt tap móti VÍF vildi meira ella minni isolera StÍF og VB í einum stríði um at sleppa undan niðurflytingini. Og tað var eitt scenario, sum ikki tóktist serliga hugagott á Skála.
Og tað er so heldur ikki aktuelt enn. Tað eydnaðist nevnliga hjá StÍF at vinna dystin, men fyrstu løtuna var tað tó VÍF, sum var betur koyrandi.
Seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum leyp StÍF tó avstað. Tær vunnu hesa løtuna 9-1, og tað var eitt hál, sum VÍF ongan tíð vann aftur.
Hetta undirstrikar kanska eisini størsta veikleikan hjá unga VÍF-liðnum. Nevnliga at sveiggini í einstøku dystunum enn eru nakað stór. Og fyrst og fremst skal arbeiðast við hesum, nú tær skulu royna at halda fast um sína støðu á stigatalvuni.

Fakta um dystin
StÍF-VÍF 29-23 (17-11)
10 min: 5-3
20 min: 9-10
40 min: 23-17
50 min: 24-20
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 13(3), Adrianna Dobra 4, Rósa Danielsen 3, Soxanna Bodirlau 3, Bára Berthelsen 3, Anna Petersen 2, Fríðrun Danielsen 1
VÍF: Liljan Djurhuus 13(6), Tóra Seloy 5, Elisabeth Leo 2, Heidi Joensen 2, Agnas Olsen 1
Brotskøst: StÍF 3, VÍF 7
Útvísingar: StÍF 1, VÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen