StÍF skal vinna við fýra málum í kvøld

StÍF og Kyndil bresta saman í lagnudysti á Skála í kvøld

Faxe Kondi-kappingin hjá monnum, leygardagin 1. februar 2020:

Klokkan 18.00 StÍF - Kyndil (FM1 sigur frá dystinum)

Klokkan 18.00 KÍF - H71 2

Um vikuskiftið verða seinastu hálvfinalistarnir í ársins steykapping funnir.

KÍF og H71 2 hava ongan møguleika at koma víðari úr bólki 1, men í bólki 2 er stórur spenningur.

Ítrottarsosialurin skrivaði soleiðis mánadagin:

 

StÍF skal vinna við fýra málum leygardagin

Leygardagin á Skála er kravið hjá Kyndli einfalt. Vinnur Kyndil á StÍF, hevur Kyndil seks stig og fer víðari á fremsta plássið. Men vinnur StÍF, skal roknimaskinan fram – treytað av, at Neistan sum væntað vinnur á Team Klaksvík.

Fær StÍF bæði stigini á Skála, meðan Neistin greiðir sína skyldu, enda tey trý liðini á fýra stigum.

Innanhýsis stigamunur er javnur, so innanhýsis málúrtøka verður avgerandi. Tá verður bert hugt eftir dystunum ímillum tey trý liðini. Úrslitini ímóti Team Klaksvík hava einki at siga.

Kyndil hevur vunnið við tveimum á Neistanum, meðan Neistin hevur vunnið við fimm á StÍF.

Tað vil siga, at málúrtøkan er nú soleiðis, at Neistin og Kyndil hava ávikavist trý og tvey mál í yvirskoti og StÍF hevur fimm mál í undirskoti. Altso er Kyndil sjey mál betri fyri enn StÍF.

Tí er kravið hjá StÍF einfalt, men trupult: Ein sigur upp á minst fýra mál fyri at taka málmunin hjá Kyndli aftur, og spæla seg í hálvfinalurnar.

Kyndil og StÍF spæla á Skála leygardagin klokkan 18.00.

Støðan í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum:

 

Bólkur 1:

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

2

63

45

18

4

2

VÍF

2

55

42

13

4

3

KÍF

2

51

64

-13

0

4

H71 2

2

36

54

-18

0

 

Bólkur 2:

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

Kyndil

2

58

42

16

4

2

StÍF

2

53

49

4

2

3

Neistin

2

47

44

3

2

4

Team Klaksvík

2

44

57

-23

0