Við seinasta kastinum í dystinum hevði StÍF møguleikan at vinna dystin móti Kyndil, men brotskastið fór við síðuna av málinum. Tað endaði 18-18. Stjørnan og VB spældi eisini javnleik í Klaksvík, 23-23.
Tað var spenningur allan dystin, tá kvinnurnar úr StÍF vóru gestir hjá Kyndli í dag. Tað komu ikki tey heilt nógvu málini, men tað var spenningur fyri allar pengarnar. Kyndil var omaná við einum máli ella tveimum at kalla allan dystin.
Móti endanum gjørdist tað javt, og StÍF fekk ein gyltan møguleika, tá dómarin bríkslaði fyri brotskasti í seinasta sekundinum av dystinum. Paula Høgnesen, sum var toppskjútti hjá StÍF við átta málum, tók ábyrgdina á seg, men brendi.
Sostatt endaði tað við 18-18 javnleiki, men tað hava bæði liðini helst ein orsøk til at iðra seg um. Kyndil tí tær vóru á oddanæstan allan dystin, og StÍF tí tær fingu ein gyltan møguleika at avgera dystin.
Fremsta deild kvinnur:
Kyndil StÍF 18-18 (11-9)
Kyndil: Randi Wardum 6, Turið Arge 3, Anna Brimnes 3, Anja Heinadóttir 2, Simona Iacob 2, Bára Hansen 1, Anja Eliasen 1
StÍF: Paula Høgnesen 8, Fríðrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3, Odrún Danielsen 2, Bára Berthelsen 2
Stjørnan - VB 23-23
Støðan:
1. Neistin 22
2. Kyndil 16
3. VÍF/Tjaldur 8
4. VB 8
5. Stjørnan 7
6. StÍF 7