StÍF vann fyrru hálvfinaluna

StÍF førdi stórt seint í dystinum, men síðstu løtuna minkaði Neistin um munin, so enn er hálvfinalan púra opin

StÍF-Neistin 27-24 (15-12)


Lagt var upp til eitt brak av einum dysti, tá nr. 2 og nr. 3 í landskappingini hjá monnum, StÍF og Neistin, brustu saman í fyrru hálvfinaluni millum liðini á Skála í gjárkvøldið.
Seinastu nógvu árini hevur StÍF verið steypaliðið í føroyskum manshondbólti. Teir hava verið at kalla fastir fúsir í finaluni, og tí vóru teir kanska at rokna sum favorittar undan fyrra dystinum.
Dystirnir millum StÍF og Neistin hava tó verið sera javnir í ár, og tí var væntandi, at henda hálvfinalan eisini fór at gerast sera spennandi.
 
StÍF hevði munin
Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at hesin dysturin kundi gerast júst so spennandi, sum dystirnir í landskappingini millum hesi bæði liðini hava verið. Liðini leiktu skjótan og góðan hondbólt, og tá 10 minuttir vóru farnir stóð enn á jøvnum millum liðini.
Nú byrjaðu strandingar tó at røra uppá seg. Sum hálvleikurin leið løgdu teir størri trýst á Neistan, og hetta gav úrslit. Teir vunnu seg fram um gestirnar, sum av øllum alvi royndu at hanga í heimaliðnum.
StÍF megnaði tó at vinna sær eina rættiliga trygga leiðsla undan hálvleikssteðginum, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi StÍF við trimum málum.
 
Finnur fekk reytt kort
Í seinna hálvleiki byrjaði bláa havnarliðið betur, og tá knappir 10 minuttir vóru farnir, var aftur bert eitt mál á muni millum liðini, men nú tók StÍF veruliga yvir. Við góðum verjuspælið og einum góðum málverja á odda syrgdu teir fyri, at Neistin ikki fekk nakað mál í samfullar 10 minuttir. Hesa løtuna megnaði StÍF eisini at skora 5 ferðir, so nú førdi StÍF við 6 málum.
Neistin manglaði tó ikki møguleikar hesa løtuna, men ein vælleikandi Marian í StÍF-málinum tók at kalla alt, og so dugdu strandingar væl at revsa Neistan í hinum endanum av vøllinum.
Tá 12 minuttir vóru eftir at leika tók dysturin tó eina avgerðandi vend fyri Neistin. Tá bleiv Finnur Hansson rikin av vølli fyri at hava rakt málverjan í høvdið úr fríari støðu, og so mátti StÍF leika uttan sterka íslendingin síðstu 12 minuttirnar av dystinum.
StÍF kempaði tó víðari, men nú hevði Neistin fingið blóð á tánna. Síðstu 10 minuttirnar minkaði StÍF-leiðslan støðugt, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, vóru bert trý mál á muni.
Sum heild var sigurin hjá StÍF fult uppiborin, tí teir førdu at kalla allan vegin. Móti endanum var líkt til, at StÍF skuldi vinna stórsigur, men Neistin megnaði tó at kempa seg innaftur í dystin, sum nú er púra opin undan seinnu hálvfinaluni, sum verður mikudagin tann 24. januar.
 
Fakta
 
StÍF-Neistin 27-24 (15-12)
Málskjúttar:
StÍF: Finnur Hansson 10 (5), Jakob Jónsson 6, Jørmund Joensen 4, Leivur Justinussen 2 (1), Andra F. Danielsen 2, Regin Didriksen 1, Borgar Danielsen 1, Bárður Danielsen 1
Neistin: Áki Mørk 7, Blagoje Buha 6 (2), Jugoslav Djumic 4, Tróndur Kragesten 3, Carl Herup Olsen 2, Helgi Michelsen 1, Birgir Poulsen 1
Brotskøst: StÍF 7, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 5, Neistin 4
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen