Mannarættindaráðið hjá ST, Sameindum Tjóðum, skal kanna, um russiski herurin møguliga hevur framt krígsbrotsverk í Ukraina.
Kannast skal, um krígsbrotsverk eru framd í regiónunum, Kyiv, Tsjernihiv, Kharkiv og Sumy í endanum av februar og í mars.
Í dag váttaði ST, at fleiri enn 1000 sivilfólk eru funnin deyð í Kyiv-regiónini.
Ein russiskur hermaður hevur verið í rættinum í dag, skuldsettur fyri at hava dripið ein óvápnaðan mann í Sumy-regiónini í Ukraina.
Hesin hermaðurin er hin fyrsti, sum nú noyðist í rættin fyri møguliga at hava framt krígsbrotsverk í Ukraina.