Fimleikur
Yngru fimleikararnir skuldu um vikuskiftið royna seg í liðkappingini, tá FM stóð á skránni í Runavík.
Kappingin skuldi eftir ætlan fevna um átta bólkar ? fýra hjá gentum og dreingjum ? men í einum dreingjabólki bar ikki til at tekna nakað lið til kappingina.
Sum heild tykist eisini nakað tunnligt við liðum í dreingjarøðini. Soleiðis hevði Havnnr Fimleikafelag ongan at kappast við í tveimum av sínum kappingum, og tó at fimleikararnir sjálvandi gera sítt besta kortini, so verður kappingin ikki heilt tað sama uttan kapping?
Hjá gentunum var tó talan um fleiri lið í øllum bólkunum. Her eydnaðist Støkk at vinna tríggjar av fýra bólkum, meðan Havnar Fimleikafelag fór avstað við sigrinum í bólki 2.
Úrslitini av kappingini vórðu ananrs hesi:
Gentur
Bólkur 1
Støkk, A56,370
Havnar Fimleikafelag56,125
Støkk, B48,550
Bólkur 2
Havnar Fimleikafelag57,900
Ljósið 55,995
Støkk54,750
Bólkur 3
Støkk72,830
Ljósið, 3X67,590
Havnar Fimleikafelag60,230
Ljósið, 3Y58,860
Bólkur 4
Støkk68,780
Havnar Fimleikafelag61,650
Dreingir
Bólkur 1
Støkk52,575
Havnar Fimleikafelag41,800
Bólkur 2
Havnar Fimleikafelag57,675
Bólkur 4
Havnar Fimleikafelag62,516