ST mælir til fría fosturtøku í Føroyum

Gentur í Føroyum eiga at fáa sama rætt til fosturtøku, sum danskar gentur fáa, sigur serfrøðinganevnd hjá ST

Gentur í Føroyum eiga at fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í Danmark fáa.

 

Tað sigur serfrøðinganevndin hjá ST, nú Føroyar  hava verið til hoyring í ST í sambandi við ST sáttmálan um barnarættindi.

 

Síðani hevur serfrøðinganevndin skrivað eina niðurstøðu og í henni verður víst á, hvørji framstig eru gjørd á økinum. Men nevndin hevur eisini nøkur tilmæli um, hvørji stig eiga at vera tikin afturat.

 

Og eitt av hesum tilmælum er, at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum, ella sum sagt verður, at nevndin mælir til, at lógin um fosturtøku verður endurskoðað soleiðis at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í Danmark fáa.

 

Serfrøðinganevndin fegnast um, at børn í Føroyum hava atgongd til ráðgeving í telefon. Men nevndin mælir samstundis til, at ráðgevingin verður skipað betur, og at peningur, og starvsfólk verða játtað, soleiðis at ráðgevingin kann verða alt sólarkringin.

 

Samstundis mælir nevndin eisini til at føroyskir myndugleikar taka ítøkilig stig fyri at basa barnafátækdøminum, serliga hjá børnum hjá støkum uppihaldarum.

 

Hinvegin sigur landsstýrið, at serfrøðinganevndin fegnast um, at Føroyar hava tikið til forða fyri, at  børn verða seld, eisini til skøkjulevnað og til at basa barnapornografi. Nevndin fegnast eisini um Føroyar hava fingið eina heildarætlan við tí endamáli at basa harðskapi í nærsambondum.

 

Somuleiðis fegnast nevndin eisini um tey tiltøk, ið eru sett í verk fyri at basa kynsligum ágangi ímóti børnum. Men nevndin mælir samstundis eisini til, at stig vera tikin beinanvegin fyri at tryggja, at kunna børn um, hvussu tey boða frá kynsligan ágang og tað kann gerast í skúlum og í ymsum tilfari, sum er ætlað børnum.