Stór altjóða ráðstevna um grundlóg

Komandi viku verður stór altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har ferð av álvara verður sett á arbeiðið aftur at smíða føroyingum eina grundlóg

GRUNDLÓG
Í døgunum frá 11. til 13. mars verður stór altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum Grundlógarnevndin skipar fyri. Ráðstevnan verður hildin samstundis, sum grundlógararbeiðið av álvara verður tikið uppaftur. Eftir ætlan fer løgtingið at samtykkja eina nýggja lóg um grundlógararbeiðið. Politisku flokkarnir fara síðan at velja síni umboð í nevndina, sum fer til verka við støði í arbeiðnum, sum varð gjørt í síðsta valskeiði og tí, sum skrivstovan hjá nevndini hevur fyrireikað.
Ráðstevnan fer at viðgera fleiri evni, sum hava týdning fyri grundlógararbeiðið. Millum annað grundlógartilgongd, samveldisstøðu og hvat ein stjórnarlóg skal brúkast til.
Evnini verða skipað við fyrilestrum og orðaskifti. Harumframt verða eisini verkstovur, har til ber at kjakast meiri óformliga um evnini.
Á ráðstevnuni verða fleiri gestir frá altjóða stovnum og lærdum stovnum. Fyrilestrarhaldararnir og verkstovurnar verða á føroyskum, umframt enskum og norðurlendskum máli. Umleið 150 fólk hava meldað seg til ráðstevnuna, sum Bárður Larsen, ið starvast á løgmálaráðnum, samskipar.