Stór bindiráðstevna verður í Skálavík

Nordisk Strikkesymposium, sum savnar fleiri enn 100 norðurlendskar kvinnur á hvørjum ári, verður nú á Hotel Skálavík.

Nordisk Strikkesymposium, sum savnar fleiri enn 100 norðurlendskar kvinnur á hvørjum ári, verður í ár á Hotel Skálavík, og tiltakið verður í døgunum 26. juni til 1. juli.

 

Konseptið er bindifrálæra og fyrilestrar á høgum støði, og til ber eisini at taka lut á bindiráðstevnuni einstakar dagar á einstøkum skeiðum. Verkstovur eru allan dagin, og fyrilestrar og tiltøk hvørt kvøld.

 

Á Hotel Skálavík verða fimm dagar við sniðgeving, bindihættum, troyggjusøgu, skóleistum, nýggjum íblástri og gomlum kynstrum. Á ráðstevnuni, sum varar eina lítla viku, verða stívliga 100 útlendskir luttakarar, men pláss er eisini fyri føroyskum bindiáhugaðum luttakarum.

 

Úr Sandoynni verður sagt, at undirvísarar eru úr Noregi, Svøríki, Danmark, men eisini luttaka okkara sera dugnaligu føroysku bindiserkønu, sniðgevar og listafólk, eitt nú Katrina í Geil, Súsan í Jákupsstovu, Ann Sloth Højgaard, Randi Samsonsen og Ása Hátún.

 

Binding fekk ein heilt nýggjan týdning í Sandoynni, tá nakrar kvinnur undir leiðslu av Súsan í Jákupsstovu og Honnu á Reynatúgvu tóku seg saman og bundu uppá ein stóran klett - við gívrini í Gívrinarholi sum myndaevni.

 

Ein partur av bindiráðstevnuni fer eisini at snúgva seg um júst hetta - at binda upp á ymiskt í umhvørvinum.

 

Um tilmelding, kostnað, skrá og um bindiráðstevnuna í Skálavík annars kann lesast á Facebook-síðuni hjá Sandoyar Kunningarstovu (Visit Sandoy).