Budam, Jensina Olsen og Jógvan Hansen við bólkinum Izafold standa fyri tónleikaliga hátíðarhaldinum, tá sendistova Føroya letur upp í Reykjavík. Tað eru Norðurlandahúsið í Reykjavík, Norðurlandahúsið í Føroyum og føroyska Sendistovan, ið skipa fyri stóru konsertini í glassalinum uttanfyri Norrøna Húsið í Reykjavík. Konsertin verður sjálvan upplatingardagin 15. september klokkan 22.
Møguleiki verður eisini fyri at keypa føroyskar fløgur í Norrøna Húsinum hetta kvøldið.
Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á føroyskan tónleik í Íslandi og at fremja tónlistarliga samstarvi millum londini bæði.