Í dag klokkan 10 verður stóra árliga fimleikaframsýningin hjá Havnar Fimleikarfelag í Høllini á Hálsi í Havn.
Byrjað verður í morgun klokkan 10, tá smábørn í aldrinum hálvtannað til seks ár sýna fram.
Klokkan 13:30 fara børn í fyrsta. til og við triðja flokki at sýna fram, og klokkan 17 verða tað ung í fjórða. til og við sætta flokki, sum sýna fram.
Umframt framsýning, verða fimleikarar eisini heiðraðir við nálum og ídnisprógvum.