Stór flogbóltskapping í Havn

Stór flogbóltskapping verður í Havnini í vikuskiftinum, har eldru deildirnar skulu kappast. Vinnarin í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum sleppur beinleiðis í steypafinaluna


Eldru deildirnar í flogbólti skulu í vikuskiftinum kappast sínámillum í sokallaðu FK-kappingini. FK-kappingin fer av bakkastokki leygardagin, og verður hon spæld í øllum trimum hallunum í Havnini.
Liðini leggja til brots leygarmorgunin, tá innleiðandi umførini verða spæld. Hjá 1. deild kvinnum og 2. monnum verða bert fimm lið við í kappingini, og tí spæla øll liðini ímóti øllum. Vinnarin av hesum samlaða bólkinum verður kosin til vinnara av kappingini.
Hinar fýra deildirnar verða skipaðar sum bólkaspæl. Her koma besta og næstbesta liðið úr hvørjum bólki víðari í semifinalurnar.
Semifinalurnar verða allar spældar seinnapartin leygardagin, og so verða finalurnar spældar  seinni um dagin hjá 1. deild monnum og hjá 2. deild kvinnum.
Hjá meistaradeildunum verður kappingin tó eitt sindur øðrvísi. Her verða semifinalurnar spældar seinnapartin leygardagin, meðan finalurnar verða sunnudagin. Vinnararnir hjá bæði meistaradeild kvinnum og monnum leika seg beinleiðis í steypafinluna, sum plagar at vera í februar, so hetta er ein týdningarmikil kapping fyri bæði kvinnurnar og menninar.