Stór Gospelkonsert á Eystanstevnu

Mánakvøldið 13 juni, á Eystanstevnu, verður stór Gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Talan er um eina sera forkunnuga konsert, har nýggjasta stjørnuskotið á føroyska countrypallinum, Evi, fer at syngja og spæla saman við øðrum mætum nøvnum sum Martin Joensen, TOS, Gospelkórinum VOX og eini sermerktari tríeind, sum eru ongir aðrir enn Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni.

Serliga spent eru tey upp á at hoyra Evi tí hetta verður fyrstu ferð, at hon syngur og spælir í Eysturoy.

Tað er ikki langt síðani hon fyrstu fer sang alment, men síðani hevur hon rættiliga gjørt vart við seg.

Martin Joensen telist uttan iva millum kendastu og bestu tónaskøldini vit eiga í Føroyum og TOS við Bárði á Lakjuni á odda, hava seinastu tíðina verið nógv at hoyra á Fjarðafestivalinum og aðrastaðni

VOX er eitt gospelkór, sum hevur sungið á møtum og konsertum í 12 ár.

Bill, Tórbjørn og Jógvan sungu og spældu eisini á gospelkonsertini á Eystanstevnu í fjør, har har vístu teir evni, sum nógv ikki vildu trúð, at teir høvdu...