Kappingin fer fram í vikuskiftinum 5. og 6. mars, og genturnar kappast fyrra dagin, meðan dreingirnir kappast tann seinna.
Øðrvísi reglar
Spælt verður í trimum aldursbólkum. Gentur og dreingir 10 ár, sum eru fødd 1994-1996, gentur og dreingir 12 ár, ið eru fødd 1992-1993, og tann elsti bólkurin er gentur og dreingir 14, sum eru fødd 1990-1991.
Spælt verður eftir galdandi reglum hjá HSF, men tó eru nakrar serliga reglur galdandi fyri kappingina.
Eit nú er spælitíðin átta minuttir, og hvørt liðið kann hava átta leikarar. Tá ið farið verður undir endaspælið av kappingini, verður golden-goal reglan eisini við. Tað merkir, at stendur tað á jøvnum millum tvey lið, tá ið tíðin er farin, verður spælt viðari, til annað liðið skorar eitt sonevnt golden-goal.
Vinnandi liðini fær eitt gávukort upp á 1.500 krónur, og teir átta leikararnir fáa hvør sína persónliga gávu. Næstfremsta liðið fær 500 krónur umframt átta persónligar gávur, meðan triðfremsta liðið fær persónligar gávur til allar leikararnar.
Tilmeldingarfreistin er 11. februar, og luttøkugjaldið er 800 krónur fyri liðið. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tjaldur@tjaldur.fo.