Nú seinsummardagur verður hildin á Sandi leygardagin, 27. august, hevur tað eydnast heimasandsfólki at leggja eina fjølbroytta skrá fyri tiltakið. Her verður nakað til øll at fara til, bæði børn, foreldur, ommur og abbar - og flestu tiltøk eru ókeypis.
Størsta einstaka tiltakið í skránni er ein stór ókeypis konsert við fleiri góðum og kendum tónleikanøvnum. Konsertin verður í tjaldinum á Ljósafløtti, og tað verður eingin minni enn Signar í Homrum, sum fer at leggja fyri klokkan 19 leygarkvøldið.
Tá Signar í Homrum hevur spælt og sungið í umleið ein tíma, verður tað Húsaorkestrið við gestum, sum fer á pallin. Húsaorkestrið er mannað við Kristoffuri Mørkøre, Bjarna Lisberg, Jóhan Ziskason og sandinginum, Henningi Hjalt Nicodemussen.
Gestirnir, sum fara at spæla og syngja verða Nicolina & Eyðbjørn, Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Danny & Páll Brim og Dynamit Hit við Niclasi Hera. Klokkan 21.45 fara Tinganest á pallin, og sambært skránni verður ókeypis konsertin liðug klokkan 22.30.
Tá konsertin er liðug, verður felagssangur og midnáttarrøða í tjaldinum, og her verður hildið á í umleið hálvan annan tíma. Seinsummarkvøldið á Sandi endar við dansi í ungmannafelagshúsinum Virkinum, og her verður ikki hemlað í fyrr enn umleið klokkan 04 sunnumorgunin. Tað verður Ólavur á Váli Band, sum fara at spæla.
Men, áðrenn alt hetta, sum er á skránni leygarkvøldið, verður lagt fyri leygarmorgunin klokkan 10, tá borðrreitt verður við góðum morgunmati, sum eisini er eitt ókeypis tiltak. Tá Sands kommuna við millumbilum bjóðar morgunmat, plagar nógv fólk at savnast. Hetta er ein hugnaligur morgun, har øll kunnu verða við.
Samstundis, sum morgunmaturin byrjar klokkan 10 og varar til middags, lata eisini ókeypis hoppiborgir upp, og hesar fara eisini at hava opið seinnapartin. Klokkan 13 leygardagin verður skjótikapping Úti í Støð, og klokkan 14 lata Listasavnið og Bygdarsavnið í Koytu upp og verða opin til klokkan 16.
Á skránni fyri Seinsummardagin á Sandi verða ókeypis smakkiroyndir og søla av mati og drykkjuvørum. Klokkan 15 fer Sandoy Seafood at bjóða ókeypis smakkiroyndir úr saltfiski, og her verður eingin minni enn Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, kokkur. Um somu tíð fer eisini Føroya Bjór at bjóða ókeypis smakkiroyndir.
Seinnapartin leygardagin - frá klokkan 15-17 - verður ókeypis barnatiltak í tjaldinum. Hetta er tiltakið “Ævintýraferðin”, og tað verða Búi Egason Dam og Dánjal á Neystabø, sum fara at skipa fyri. Klokkan 15 byrjar eisini søla av mati og drykkjuvørum, og frá klokkan 18-22 fer Resturant 11 at grilla leskiligar seinsummarbúffar.