Stór konsert í Runavík

tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 28. oktober fara Lena, Týr og 200 á pall í Ítróttarhøllini í Runavík. Eftir konsertina spæla Showmenn til dans


Konsertin er partur av Mentanarvikuni í Runavík 23.-30. okt. Runavíkar kommuna hevur tikið stig til mentanarvikuna í sambandi við at vinnustevnan FaroExpo05 verður hildin í Runavík 25.-27. oktober.
Á konsertini spæla LENA, Týr og 200. Í pallskiftunum undirheldir Føroya besti skemtari, Hilmar Jan Hansen og eftir konsertina spæla Showmenn til dans í høllini.
Atgongumerkini til konsertina eru ókeypis og kunnu avheintast á øllum deildum hjá Føroya Sparikassa frá mánadegnum 17. oktober. Atgongumerkini skulu avheintast persónliga og nøgdin er avmarkað. Aldursmarkið er 15 ár. Konsertin byrjar kl. 21 og endar kl. 24.
Eftir konsertina verður dansur við Showmonnum í ítróttarhøllini. Kostnaður 150 kr. fyri atgongumerki.
Millum konsertina og dansin verður skipað fyri spennandi trendshow, har mótahandlarnir Trendfloor og Shop-In luttaka í einum telti uttanfyri høllina.
Nærri fæst at vita um hvussu bussar koyra til og úr Runavík til konsertina og dansin.