Í døgunum 22. og 23. apríl verður stór KT-stevna í Norðurlandahúsinum. Góðir 20 framsýnarar fara at vísa tað nýggjasta, sum føroysk kunningartøkni hevur at bjóða. Enn eru nøkur pláss eftir til framsýnarar
Á KT-stevnuni 2004 eru virki, feløg og stovnar í Føroyum, ið bjóða seg fram sum veitarar av vørum, tænastum og skipanum við kunningartøkni.
KT-stevnan er hildin einaferð áður í 2002. Ta ferðina var talan um eina almenna stevnu, men hesaferð er hon skipað nakað øðrvísi. Málbólkurin er fyrst og fremst vinnan og almennir stovnar. KT-stevnan er sostatt ein stevna, har virki venda sær til virki og stovnar. Harumframt vendir stevnan sær eisini til næmingar á miðnámsskúlunum og hægri útbúgvingarstovnum. Annars eru karmarnir á leið teir somu.
KT-stevnan verður skipað við áhugaverdari framsýning í Norðurlandahúsinum og ráðstevnu. Endamálið er at sýna fram og kunna um førleikar hjá føroysku kt-vinnuni í dag. Samstundis verða fleiri áhugaverdir fyrilestrar hildnir í Útvarpshøllini hesar dagarnar.
KT-skeptikarin og filosoffurin Carsten Graff heldur fyrilestur um telduna sum tøkniliga tátu. Í hinum borðinum røður eldhugaði menningarstjórin hjá donsku fyritøkuni TDC, Preben Mejer, um framtíðar kunningartøkni, nevnd Pervasive Computing. Eitt evni verður eisini kt-trygd, har danski kt-trygdarbólkurin greiðir frá royndum í gerandisdegnum.
Ætlanin er eisini at skipa fyri einum kjakpalli, har umboð fyri føroysku vinnuna, stovnar og politisku skipanina luttaka. Fokus verður sett á útlitini hjá føroysku kt-vinnuni, og spurt verður eitt nú, um kunningartøkni veruliga kann gerast ein munagóð útflutningsvinna.
Higartil hava 16 framsýnarar boðað frá luttøku til ársins KT-stevnu, sum verður í Norðurlandahúsinum 22. og 23. apríl. Væntandi verða millum 20 og 25 framsýnarar. Bert 20 prosent av gólvplássi eru eftir, og tí skulu áhugað skunda sær at boða frá luttøku. Framsýnarar kunnu melda til við at venda sær til Virkisráðgeving ella heinta tilmeldingarblað á heimasíðuni www.kt.fo.
Roknað verður við 350 vitjandi hvønn dagin.