Stór móttøka í Mullers Pakkhúsi fyri Árna Joensen og Jóhonnu á Bergi

Eini 350 fólk vóru inni á gólvinum og heilsaðu fráfarna stjóranum og nýggja stjóranum í Faroe Ship. Røður vórðu hildnar, og sangur og tónleikur settu saman við góðum pinnamati og onkrum leskandi sín serstaka dám á løtuna

Stjóraskifti

Í gjár varð skipað fyri stórari móttøku í Mullers Pakkhúsi í Havn í sambandi við, at Árni Joensen er farin frá sum stjóri í Skipafelag Føroya  ella Faroe Ship - og Jóhanna á Bergi hevur tikið við stjórastarvinum.
Árni hevur verið stjóri í Skipafelag Føroya í samfull 28 ár, men hann hevur verið í starvi hjá felagnum í tilsamans 33 ár.
Nú hann er farin úr stjórastarvinum, er hann vorðin nevndarformaður í Faroe Ship, sum íslendska stjórfelagið á flutningsøkinum, Eimskip, eigur.

Kvinna í starvið
Jóhanna á Bergi, sum alment tók við stjórastarvinum í Faroe Ship 20. mai, er 35 ára gomul. Foreldrini eru Randi Simonsen, sum er ættað úr Fuglafirði og Óli Vang, sum er ættaður úr Havn.
Jóhanna er uppvaksin í havnargøtum, men er í dag búsitandi í Klaksvík, har hon er gift Eyðuni á Bergi, sum er skipari við flakatrolara.
Seinastu árini hevur Jóhanna á Bergi verið sølustjóri hjá JFK-samtakinum, sum eisini hevur átt og rikið Kósavirkið í Klaksvík.
Jóhanna og Eyðun eiga tvey børn.

350 fólk
Tórheðin Jensen, sum hevur verið sølu-og marknaðarføringsleiðari hjá Skipafelagnum Føroyar seinastu árini, sigur, at nógv fólk var til móttøkuna í Mullers Pakkhúsi.
- Móttøkan eydnaðist sera væl. Eini 350 fólk tilsamans vóru inni á gólvinum og heilsaðu fráfarna og nýggja stjóranum millum klokkan 15 og 18.
Hann sigur, at øll vóru ikki inni á gólvinum í senn, men tá ið røðurnar vórðu hildnar, vóru eini 170 fólk savnaði í Mullers Pakkhúsi.
Árni Joensen tosaði í sínari røðu um tær broytingar, sum hava verið í føroyskari vinnu seinastu árini.
Forstjórin í Eimskipum, Baldur Guðnasson, greiddi frá, hvussu stór íslendska flutningsfyritøkan í veruleikanum er, og hvussu víða um heimin hon hevur sítt virksemi.
Nýggi stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi, hugleiddi um tær tænastur, sum felagið veitir sínum viðskiftafólkum.
- Jóhanna hevði hugvekjandi røðu og tosaði nógv í myndum, sigur Tórheðin.
Við móttøkuna var eisini sangur og tónleikur við eitt nú Sigrid Rasmussen og Gunnari Guttesen.
Fýra strúkarar, brøðurnir, Poul og Kjartan og Heiðrunn og Durita, spældu løg fyri vertum og gestum.
Tey, sum vóru við til væleydnaða tiltakið í Mullers Pakkhúsi í gjár, fingu vanligan pinnamat og sushi-pinnamat aftur við onkrum leskandi.

Stór veitsla
Eftir móttøkuna týskvøldið, varð skipað fyri stórari starvsfólkaveitslu á Hotel Føroyum, har 160 fólk sótu til borð.
Tórheðin Jensen sigur, at veitslan eydnaðist væl.
- Fólk fingu gott at eta, og nógv varð prátað tvørtur um borðini, sigur hann.