Stór norðurlendsk framsýning letur upp í dag

Á framsýningini taka listafólk úr trettan londum lut

Í dag 22. juni letur framsýningin Nordisk GrafikStafet 1999 upp á Fyns Grafiske Værksted. Henda stóra norðurlendska framsýningin vísir fram tað seinasta nýggja frá grafiskum verkstøðum í Onglandi, Írlandi, Skotlandi, Grønlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Letlandi, Litava og Danmark.

Kl. 19.30 letur fyrsti parturin av framsýningini upp á Danmarks Grafiske Museum, á Brandts Klæðiverkstaði í Odense. Tað vera Jørgen Lund, formaður í mentanarráðnum í Odense, Jan Boye, formaður í mentanarnevndini, og Birgitte Lykke Madsen, samskipari av verkætlanini, ið lata framsýningina upp.

Kl. 20.30 letur næsti parturin upp í framsýningarbygninginum fyri Kunst og Design, Filosofgangen 30 í Odense. Villy Petersen frá Fyns Grafiske Værksted letur framsýningina upp, og Duo Nordlyd stendur fyri tónleikinum.

Kl. 21.30 letur seinasti parturin av hesi norðurlendsku framsýningini upp. Talan er her um limaframsýningina hjá Fyns Grafiske Værksted, og formaðurin á verkstaðnum, Steffan Herrik letur framsýningina upp. Á framsýningini vera 200 nýggj grafisk listaverk at síggja.

Framsýningin verður at síggja fram til 18. juli.