Stór og smá hugna sær í kavanum

Ikki øll ynskja kavan har sum piparið grør. Tað eru summi, sum gera sær dælt av kuldanum sum her í garðinum, har tey hava bygt bæði kavamann og borg. Flestu okkara munnu halda, at tað er einki meiri hungaligt enn eini hvít jól, og somuleiðis munnu tey flestu halda, at gott, stilt kavaveður er einki at kæra seg um.

So eru tað aftur onnur, ið rættiliga gera sær dælt av kuldanum og kavanum. Sum í garðinum her, vit komu framvið. Her vóru bæði stór og smá, sum hugnaðu sær við at byggja hendan stóra kavamannin, sum tey hava sett ljósakrúnu á.

Men leygardagurin var longri enn so, og tí varð eisini farið undir eina kavaborg, sum myndin vísir.

Spurningurin er so, hvussu leingi kavamaðurin og kavaborgin fer at standa, tí tað toyðaði stóran part av degnum, tó at kulodin sambært veðurmonnunum skuldi halda sær í hvussu er vikuskiftið av.

Og ? skal rætt vera rætt ? so vóru tað í veruleikanum meira stór, enn smá, sum hugnaðu sær í garðinum í dag.