Heðin Askham, sum er settur landsliðsvenjari til vinardystin ímóti Íslandi, sum verður í Kórinn-høllini á Kópavogi sunnudagin 22. mars, hevur í dag almannakunngjørt, hvørjir 18 spælararnir manna føroyska hópin til henda dystin.
Bara sjey av teimum, sum vóru við til síðsta landsdystin hjá Føroyum á útivølli ímóti Litava tann 15. oktober í fjør, hava fingið boð hesa ferð. Tá skal tó havast í huga, at útisetarnir eru bara tríggir í tali, tí hesa ferð er úttøkan fyrst og fremst gjørd í heimligu kappingini.
Hinvegin vóru fimm av úttiknu spælarunum við til síðsta dystin hjá U21-landsliðnum, sum var spældur í september í fjør, umframt at fleiri av hinum hava verið partur av U21-landsliðnum, sum Heðin Askham venur saman við Bill McLeod Jacobsen.
Av teimum 18 spælarunum eigur annars greipufelagið EB/Streymur ikki færri enn seks spælarar, og síðani kemur NSÍ við fýra spælarum (Jónas Þór Næs er framvegis skrásettur sum NSÍ-ari, blðm.), meðan HB og Víkingur hava hvør sínar tveir og KÍ ein.
Hóast dentur er lagdur á spælarar úr Vodafonedeildini, eru Gunnar Nielsen, Odmar Færø og Símun Samuelsen, sum frammanundan er í Íslandi, tiknir út sum einastu fótbóltsútisetar hesa ferð.
-------
Úttikni hópurin
Fróði Benjaminsen HB
Egil á Bø EB/Streymur
Jóhan Troest Davidsen NSÍ
Odmar Færø Brøndby
Arnbjørn Hansen EB/Streymur
Einar Hansen NSÍ
Pauli Hansen EB/Streymur
Levi Hanssen EB/Streymur
Kristoffur Jakobsen KÍ
Bogi Løkin NSÍ
Christian Mouritsen HB
Gudmund Nielsen EB/Streymur
Gunnar Nielsen Manchester City
Jónas Þór Næs NSÍ
Andreas Lava Olsen Víkingur
Súni Olsen Víkingur
Símun Samuelsen Keflavík
René Tórgarð EB/Streymur