Oljuleiting/Analysa
Tað er eitt sindur óvist, um nøkur boring verður á føroyska landgrunninum í hesum árinum. Eftir teir tríggjar fyrstu brunnarnar, sum vórðu boraðir í fjør, skal eftir ætlanini enn ein brunnur borast í hesum árinum. Tað er brunnurin hjá Agip.
Tað er tó eingin loyna, at úrslitini av boringunum í fjør kunnu hava við sær, at eingin boring verður í hesum árinum. At hvørki Statoil ella BP funnu olju, og tann sannroynd, at fundið hjá Hess var í jarðløgum, har eingin hevði roknað við at finna olju, ger, at oljufeløgini eru noydd til at endurskoða sínar metingar av øllum økinum. Tvs. at tey mugu fara aftur til tekniborðið og gera sítt heimaarbeiði enn einaferð. Óttin fyri lækkandi oljuprísum og stóri kostnaðurin at bora á djúpum vatni við Føroyar gera, at feløgini heldur vilja gera sítt kanningarbeiði betri og tí kanska eisini útseta boringar, um tey afturfyri kunnu hava betri møguleika at raka við olju.
Frá byrjan løgdu tey seg eftir strukturum í undirgrundini líkir teimum, har olja er funnin í bretskum øki, av slagnum Foinaven og Schiehallion. Men her mistóku feløgini seg so dyggiliga. Henda strategiin skuldi vísa seg at vera eitt mistak, og herfyri váttaði boristjóri hjá BP, at sjáldan hava jarðfrøðingar mistikið seg so nógv sum tá teir settu á føroyska landgrunnin.
Á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum herfyri kom fram, at bæði Statoil og BP fóru at brúka væl av tíð til at evaluera úrslitini og til at meta um seismikkin heilt av nýggjum. At Hess so fann olju og gass í nógv djúpri løgum enn roknað við ger, at allar útrokningarnar og metingarnar mugu gerast heilt av nýggjum - ikki bara hjá Statoil og BP, sum hava borað, men eisini hjá teimum, sum enn ikki hava borað og sum gera klárt til sína fyrstu boring. Tað kann tí hugsast, at eisini Agip vil gera sítt heimaarbeiði av nýggjum. Fundið hjá Hess liggur eisini tætt uppat loyvinum hjá Agip, og tí er ikki óhugsandi, at Agip vil brúka meiri tíð til sínar fyrireikingar, og at felagið tí kanska heldur vil bíða við at bora til í næsta ár.
Bíða
Leitistjórin hjá felagnum segði við Sosialin leygardagin, at Agip fer at bora tann besta brunnin á tí besta staðnum til ta røttu tíðina, og at teir ætla at halda seg til tær avtalur teir hava við Oljumálastýrið, sum eru at bora í seinasta lagi í august í ár. Spurningurin er so, um rætta tíðin tá samanumkemur er í ár ella í næsta ár.
Graham Stewart, nevndarformaður í Føroya Kolvetni, sum er partur av leitiloyvinum hjá Agip, segði við Fregnir fríggjadagin, at teir enn ikki vita, hvar teir fara at bora. Teir mugu bíða eftir frágreiðingini frá Hess sigur hann og vísir á, at úrslitini hjá Hess verða tøk einaferð í summar. Ilt er at vita, hvussu eitt slíkt úttalilsi skal tulkast. Kann tað td. hugsast, at Agip-samtakið umhugsar at biðja um útseting av síni boring til í næsta ár. Ætlanin hevur jú verið at bora í summar og verður skotbráið tá sera stutt, skal bíðast eftir úrslitinum hjá Hess fyri at finna út av, hvar borast skal. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess sigur við Sosialin týsdagin, at teir fara at koma við eini frágreiðing til Oljumálastýrið í august, men hann dugir ikki at siga, hvussu nógv í smálutir henda frágreiðing verður. Tað er tí eingin vissa fyri, at Hessfrágreiðingin fer at kunna beina Agip og Føroya Kolvetni at rætta staðið at bora.
Skilagott at bíða!
Tað kann eisini hugsast, at føroyskir oljumyndugleikar halda tað vera skilagott, at eisini Agip sleppur at endurskoða sítt kanningartilfar út frá úrslitinum frá boringunum hjá hinum oljufeløgunum og tí vil góðtaka eitt ynski um at bíða við at bora til í næsta ár. Møguliga er tað eisini úrslitið av boringini hjá Hess beint hinumegin markið í ár, sum bíðað verður eftir. Spurningurin er bara, hvussu nógv innlit onnur oljufeløg fáa í ta boringina, tí hon er í bretskum øki.
Lat tað verða undirstrikað her, at hetta eru okkara egnu metingar, sum hvørki eru váttaðar hjá Agip ella í Oljumálastýrinum.