Stúra fyri blóðbaði í Najaf

2500 amerikanskir hermenn hava kringsett irakska býin Najaf. Uppgáva teirra er at taka tann víðgongda shiamuslimska leiðaran Moqtada al-Sadr, og tað kann enda í einum blóðbaði

Tann 31 ára gamli Moqtada al-Sadr skal takast ella beinast av vegnum, tí hansara menn hava beint fyri fleiri amerikonskum hermonnum, og sjálvur hevur hann eggjað irakum til at gera uppreistur ímóti hersetingarvaldinum.
Najaf er tann heilagi býurin hjá shiamuslimunum, og sjálvur heldur al-Sadr til í einum húsum tætt við ta stóru moskuna í býnum. Hjá sær hevur hann fleiri av sínum vápnaðu viðhaldsmonnum, og amerikanararnir eru tí greiðir yvir, at bardagin um býin kann gerast blóðugur.
- Vit eru greiðir yvir, at eitt einasta skot frá einum av okkara hermonnum kann elva til ruðuleika, sigur obersturin Dana Pittard, sum er ovasti hjá teimum 2500 amerikonsku hermonnunum, sum hava kringsett Najaf.
Moqtada al-Sadr hevur gjørt greitt, at hann fer ikki at geva seg yvir til amerikanararnar, og í gjár fekk hann stuðul frá fleiri leiðandi shiamuslimum, sum vissaðu hann um, at heldur ikki teir fara at gevast við bardaganum ímóti amerikonsku hermonnunum.
USA skyldina
Fleiri serfrøðingar siga, at amerikanararnir hava sjálvir skyldina av, at ófriðurin í Irak hevur vundið so nógv upp á seg í seinastuni. Nawaf Tell, sum er professari á lærda háskúilanum í Jordan, sigur við Aftenposten, at USA hevur gjørt fleiri mistøk, sum hava elvt til, at irakar hava sett seg upp ímóti teimum amerikonsku hermonnunum.
- Hetta eru eisini irakar, sum fyrr styðjaðu USA. Hygg bara at Ahmed Chalabi, sum situr í stjórnarráðnum, og sum var ein av trúgvastu stuðlunum hjá USA. Í dag hellir hann meiri til teir shiamuslimskar leiðarar so sum Moqtada al-Sadr, sigur tann jordanski professarin.
Hann dugir ikki at siga, hvussu USA skal sleppa burtur úr knípuni, men hermegi loysir ikki trupulleikarnar, sigur hann.