Teir seinastu dagarnar hava stríðsvognar hjá sýriska stjórnarherinum bumbað býin Homs. Samstundis verður sagt, at fleiri stríðsvognar standa uttan fyri býiin, og fólk í býnum og uppreistrarmenninir bera nú ótta fyri einum rættiligum hópdrápi, um herurin ætlar sær at senda hermenn og stríðsvognar inn í býin í dag fyri at kvala uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta.
Uppreistrarhermenninir siga, at teir hava fyrireikað seg til eitt stórálop frá stjórnarherinum. Tað er tó ikki heilt vist, at álopið kemur í dag, tí sambært borgarstjóranum í Homs, Maher al-Naimi, hevur stjórnarherurin framvegis ikki savnað nóg nogvar hermenn har til at fáa eftirlit við býnum.
ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, hevur fordømt ta harðrendu framfrðina hjá herinumk, og grannalandið Turkaland hevur ávarað um, at harðskapurin kann enda við borgarakríggi, sum kann festa eld í alt økið.