Stúra fyri størstu byggigølu í Føroya søgu

- Tað, vit hava fingið at vita um nýggja skúladepilin í Marknagili, er óhugnaligt, sigur tingmaður

Tað eru nú ábendingar um, at skúladepilin, Glasir í Marknagili, verður størsta byggigøla í Føroya søgu.

 

Tað rógva bæði Jacob Vestergaard, og aðrir tinglimir, upp undir nú í morgun.

 

Løgtingið hevur viðgjørt spurningin um hvørja orkuskipan, Glasir skulu hava.

 

Men Jacob Vesgtergaard heldur, at hetta er tann minsti trupulleikin á Glasi beint nú, tí Løgtingið má kanska játtað einar 100 milliónir afturat til Glasir.

Hann sigur nevniliga, at tey hava fingið at vita, at tað eru so nógv brek í bygninginum, at tað kann verða ógvuliga dýrt at gera.

 

Hann sigur, at tey hava nevniliga fingið at vita, at stálkonstruktiónirnar á Glasi eru klæddar, uttan at vera viðgjørdar eftir forskriftinum fyri rust og brunatygd. Av tí sama hevur danski montørurin mælt frá at seta sjálvt glasið í, men at Landsverk hevði biðið tey bara halda fram við arbeiðnum.  

 

Tað er eisini komið fram, at dekkið í gólvinum lýkur ikki treytirnar, og at glasið er sett á betonggólv, so at betong komið á rammuna, við teirri avleiðing at eiringur er komin í, og at tað sostatt er oyðilagt, segði Jacob Vestergaard.

 

- Eftir viðgerðini í fíggjarnevndini, er tað okkara greiða fatan, at tað eru stórir trupulleikar viðvíkjandi byggingini og tað er hetta, sum eigur at hava fremstu raðfesting, heldur enn, hvørja orkuskipan, bygningurin skal hava, sigur tingmaðurin.

 

- Tí eiga vit at fáa greiði á øllum teimum viðurskiftunum, áðrenn vit gera nakað annað, sigur Jacob Vestergaard.

 

Fleiri tinglimir tóku undir við honum, og tey tóku eisini undir við Sonju Jógvansdóttir, sum áður hevur mælt til at steðga á við byggingini, til øll viðurskifti eru lýst út í æsir.

 

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi um eitt hugskot var at seta eina óhefta serfrøðinganevnd at lýsa viðurskiftini út í æsir, áðrenn farið verður víðari, og tað tók Jacob Vestergaard undir við.

 

- Løgtingið eigur at vita, hvat vit fáa fyri pengarnar, og at bygningurin er tryggur hjá næmingunum at vera í, legði hann afturat.

 

Eisini Jørgen Niclasen mælir til at steðga á fyri at sleppa undan størstu byggigølu í Føroya søgu.

- Tað, vit hava fingið at vita, er óhugnaligt, segði hann.