Stóra steypavikuskiftið byrjar í dag

Tvær av teimum sjey steypafinalunum, sum skulu spælast um vikuskiftið verða í dag. Finalan hjá U17 gentum millum KÍ og HB byrjar klokkan 17.30, og finalan hjá U18 dreingjum millum B36 og EB/Streym verður í kvøld klokkan 19.45.

 

Um vikuskiftið verða sjey steypafinalur avgreidda á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Fyrsta finalan verður í dag millum U17 gentur hjá KÍ og HB. Talan er um oddaliðini í deildini. KÍ hevur munin við 33 stigum á fyrsta plássi, meðan HB hevur 31 stig á næst fremsta plássinum. HB hevur eisini spælt ein dyst fleiri. Liðini møttust í 9.umfari og tá vann KÍ 2-1 í Klaksvík.

 

Seinni í kvøld verður so finalan hjá U18 dreingjum. Hon er í millum EB/Streym og B36. Støðan í landskappingini er sera jøvn. EB/Streymur liggur fremst eftir 11 umfør, men hevur bara eitt stig fleiri enn HB og B36, sum liggja beint aftanfyri.

EB/Streymur hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar í landskappingini. 2-1 á heimavølli og 3-2 á útivølli.

 

Skráin:

 

Fríggjadagin (24. august)

Kl. 17:30: KÍ – HB - Mótasteypið, Gentur U17

Kl. 20:00: EB/Streymur - B36 - Thomas Dam Intersport Steypið, Dreingir U18

 

Leygardagin (25. august)

Kl. 10:00: B36 – KÍ - Eilif Arge Steypið, Gentur U14

Kl. 11:30: Víkingur - EB/Streymur - Cadbury Steypið, Dreingir U14

Kl. 13:30: FC Suðuroy – NSÍ - Blaðbera Steypið, Dreingir U16

Kl. 16:15: KÍ - B36 - Steypafinalan hjá kvinnum

Kl. 19:45: EB/Streymur – Víkingur - Løgmanssteypið