Stórar svartkjaftalandingar í Fuglafirði

- Krúnborg fekk 500 tons í seinna hálinum mikukvøldið, siga tey á Havsbrún.

Fiskivinna

Tað er nógvur svartkjaftur at fáa undir Føroyum í løtuni, og bæði Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu og Krúnborg hava hesa vikuna meira enn 2.000 tons hvør.
- Líkt er ikki til, at tað slitnar sundur við fiskiskapinum beint nú, siga tey á Havsbrún í Fuglafirði.
Men tey taka partvís orðini aftur í seg, tí seinasta vikuskiftið var svartkjafturin ringur at finna og lítið var at fáa.
Veðrið spælir nógv inni, og svartkjafturin ferðast skjótt.
- Tá kann tað henda, at skipini missa hann burtur og finna hann ikki aftur
beinanvegin.
Og soleiðis var seinasta vikuskiftið.
- Lítið var at fáa fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, men síðan bóru skipini við svartkjaftin aftur, siga tey í Fuglafirði.


Tríggjar landingar

Hesa vikuna hava tríggjar stórar svartkjaftalandingar verið í Fuglafirði.
Christian í Grótinum var inni mikudagin við 2075 tonsum, Tróndur í Gøtu var hósdagin við 2100, og leygardagin fara tey at taka svartkjaftin upp úr Krúnborg, sum helst fer at hava út við 2500 tons.
Fyrr í vikuni landaði eisini Jón Sigurðsson 800 tons av svartkjafti í Fuglafirði.
Á Havsbrún vita tey annars at siga, at Krúnborg fekk 500 tons í seinna hálinum mikukvøldið.