Sosialurin skrivar hósdagin 8. mars 1984 um ferðavinnuna í Føroyum. Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, hevur samrøðu við fólk í ferðavinnuni og limir í Føroya Ferðamannafelag.
Í 1982 komu umleið 45.000 fólk til Føroya, bæði føroyingar og útlendingar. Flutningssambandið gerst støðugt betri og fleiri fremand ferðfólk leita til oyggjar okkara. Metingar vísa, at tað um ár 1990 kanska koma 100 túsund ferðafólk til Føroya. Hesi fólk kunnu leggja so nógvan pening eftir seg, at talan verður um eina veruliga vinnu við fleiri hundrað arbeiðsplássum.
Men treytin fyri at taka ímóti einum støðugt øktum tali á ferðafólkum er, at vit fáa eina ferðamannamiðstøð, ið stýrir og skipar viðurskiftini soleiðis at ferðafólk ikki verða slept upp á fjall sum í dag.
Í løtuni liggur eitt rúgvusmikið álit um føroysku ferðavinnuviðurskiftini í landsstýrinum. Teir sum hava gjørt hetta álit, hava vónað at peningur fór at at verða settur av á fíggjarlógini til at fremja ein ferðamannapolitikk og at lóggeva á hesum øki.
Teir sum hava arbeitt við spurningum um framtíðar ferðavinnu í Føroyum eru Tummas Arabo, Johan Restorff, Jákup Haraldsen, Jákup Veyhe, Sigurd Simonsen og John Sivertsen.