Stóratjørn  Heimsins nalvi

Bogi Eliasen, cand.scient.pol


Góða viku aftaná at tað frætt­ist, at okkurt heilt stórt varð í væntu og at Stóra­tjørn verkætlanin hjá Jákupi á Dul Jacobsen bleiv løgd fram, er ikki annað at siga at hon hevur verið væl móttikin. Verður hugsað um aðrar størri verkætlanir og gerandisdagin annars, varð orsøk til at óttast jantu­lóg og mótstøðu. Men her sær út til at talan er um eina heildarverkætlan. Verk­ætl­an­in er løgd til rættis og ikki minst væl løgd fram, hevur fígging og ein­asta formliga bindingin til politisku skipanina, er loyvið at byggja. Men m.a. Elin Heinesen hevur víst á, at hon heldur ikki at henda ætlanin er nóg góð, at hon kundi verið gjørd nógv betri og at endin er at vit fáa ghettoir.
Talan er ikki um stuðul og ikki um at politiskir per­són­ar eru við, og so við ein­um av okkara útisetum, sum hevur klára seg serliga væl, samstundis sum hann ikki hevur verið partur av før­oyska gerandisdegnum. Ætlanin sær út til at hava fing­ið breiðan stuðul frá bæði býraði, Løgmanni og annars av teimum flestu. Sjálvandi hava onkrar, men ikki nógvar neiligar røddir verið at hoyra. Ein slík ætl­an hevur við sær eitt ótrú­ligt framfýsni, mens sam­stundist elvir hon eisini til broytingar. Spurningarnir kunnu verða hvat hetta merk­ir fyri miðbýin í Havn og SMS, hvat tað merkir fyri økini uttanfyri Havnina, og tað sum kanska hevur verið mest umrøtt, um tað kann ávirka føroyska búskapin og elva til t.d. fløskuhálsar á handverkaraøkinum. Klaks­víkingar hava jú eisini lagt orku í at gera ein depil har norðuri nú fasta sambandi kemur.
Fótur í hosu
Tað er eyðsæð, at ein slík ætlan eisini hevur broyt­ing­ar við sær. Hetta flytir fokus frá kapping millum Miðstaðarøkið og t.d. Klaks­vík og Skálafjørð, til at verða eitt sterkt økið í kapp­ing við høvuðsstaðir í grannalondum okkara. Talan er um eina ætlan sum kann veruleikagerast, tí hon er privat. Kommunan fær ong­an­tíð orku at standa aft­an fyri eini slíkari ætlan, og neyvan landspolitiska skip­­anin heldur. Hetta er bert møguligt, tí ein útiseta­vinnu­lívsmaður hevur viljan, trúnna og áræði til at fara í holt við eina slíka ætlan. Hann rakar so beint í eina tíð, tá landið ikki veit hvat skal gerast fyri at fáa fólk heimaftur (brain-drain), og at Føroyar mest av øllum líkjast einum deyðssiglara í alheimsgerðini, at 2015 mál skulu konkretiserast og at uppskot til vinnupolikk er lagt fram á Tingið. Um almannakunngerðin av verk­ætlanini er tilvildarlig, ella bíðað hevur verið eftir røttu løtuni, er ilt at siga, men tað skerst ikki burtur, at henda ætlanin passar sum fótur í hosu til ynskir fyri menning í Tórshavnar kommunu, um privat átøk í mun til 2015 málini, vinnupolitikkin og eis­ini útspælini frá vinnu­húsinum.
Slóðbrótarin
Talan er um stóra íløgu, sum kann slóða fyri at fáa váðafúsan kapital til Før­oy­ar. Seinastu árini hava víst ein nógv størri føroyskan áhuga fyri at gera íløgur. Verkætlanin Stóratjørn kundi møguliga verið slóð­brótarin fyri at kanska ser­liga føroyingar sjálvir fara í gongd við bæði størri og øðr­vísi verkætlanir í Føroyum. Ein slík ætlan sum hendan dregur jú nógv arbeiði til sín, og eisini uppgávur sum ikki vanliga eru í Føroyum. Tað ger tað meira áhugavert og fer eisini at verða við til at menna føroyskar førleikar, sum møguliga aftaná kunnu brúkast aðrastaðni, tí er eis­ini umráðandi at virkir sum skulu verða við í hesi ætlan leggja seg eftir at fáa servitan og dygdir. Men eis­ini gerst neyðugt at hugsa um arbeiðsmarknaðin, sum longu sær út til at hava fløskuhálsar i byggivinnuni, bæði millum økini í landin­um, tí tað er lætt hjá føroyingum at fara uttanlands at arbeiða, og at tað er trupult at fáa útlenska arbeiðsmegi inn í landið. Tí er eisini neyðugt, at verkætlanin hevur stuðul í politisku skipanini.
Føroyar á kortið
Stóratjórn setir Havnina og Føroyar á heimskortið sum eitt modernað land. Her gerst møguligt at hava eitt savn­andi altjóða umhvørvi við bæði handilsdepil, ho­telli, skrivstovum, frítíðar­til­boðum og tí tað sum altjóða vinnulívið sóknast, men kanska eisini tað sum nógvir før­oyingar ynskja. Ein part­ur av at fáa føroyingar heim­­aftur, er at slíkir møgu­leik­ar eru, soleiðis at asfalt­føroyingarnir fáa nøktað sín tørv.
Fólk ynskja góðar umstøð­ur og møguleikar, og at vit umvegis kunningartøkni síggja, hvat er aðrastaðni. Tjóðskapur er ikki alt og kann eisini partvís nøktast aðrar vegir enn at flyta heim­aftur. Til ber at hava sam­band við og fylgja væl við umvegis eina teldu, eins og at ferðamøguleikarnir eru munandi betri enn fyri fáum árum síðan. Ein partur av at taka eina útbúgving er eisin at sleppa at brúka hesa á ein nøktandi hátt. Tað kann eisini merkja, at størri krøv verða sett til umstøður uttanfyri arbeiðstíð. Við tøkni og ferða­møguleikum í dag, kann ein sum útiseti verða tætt knýttur at Føroyum, og tað setir kanska enn størri krøv fyri at fáa fólk heimaftur.
Vit mugu tó minnast til, at talan enn bert er um eina upprunaætlan, og tað er hent meira enn eina fer at ein ætlan broytist. Men við at leggja ein depil júst har, er ikki so langt til nýggju økini, samanbundin við undir­sjóvartunlum, og sum heilt vist ger, at arbeiðið við føstum sambandi til Skála­fjørðin gerst alt meira lokk­andi. Stóratjørn fær ávirkan á føroyska kervið, tí Havnin gerst enn meira dragandi. Sambært verkætlanini er ætl­anin at hava eitt virkið vinnu­lív á staðnum.
Ítróttur
Leingi hevur verið arbeitt við ætlanunum um eina fót­bóltshøll, sum m.a. skuldi fíggjast við UEFA peningi. Spurningurin hevur verið hvar hon skuldi vera. Jákup á Dul Jacobsen hevur einfalt bert víst, at hann byggir eina høll í Havn, so mugu hinir finna útav, um teirra skal verða í Havn ella aðra staðni. Her er at vóna, at tað arbeiði ikki steðgar og at vit fáa eina høll uttanfyri Havnina skjótast til ber. Um vit lítað aftur á longu orrustuna í sambandi við Tórs­vøll og rennibreyt, so verð­ur rennibreyt í høllini í Stóru­tjørn, og tí verður eisini latið upp fyri frælsum ítrótti við góðum innandura møguleikum. Hetta fer at styrkja okkara ítrótt munandi og betra um treytirnar at hava kappingar í Føroyum uttan fyri háárstíðina, tá vit hava stóran óbrúktan hotel­kapasitet. Tí gerst tað meira enn nakrantíð neyðugt, at leggja seg eftir at fáa olymp­­iska limaskapin undir land. Við tunlinum millum Havn­ina og Eysturoynna verður ikki langt millum Gundadal og Svangaskarð við Stóru­tjørn á vegnum og tí einar góðar ítróttaumstøðar á ein­um í vídd avmarkaðum øki.
Styrkir Havnina
Sigast kann, at henda ætlan ger Havnina til ein nýmótans høvuðstað við tilboðum, sum tíðin í dag krevur. Hetta kann medvirkað til at vit fáa vent tí brain-drainið, sum hevur verið seinastur árini, soleiðis at vit fáa okkara fólk við útbúgving og neyðugum førleikum heimaftur, ella í hvussu so er at verða partur av føroyska samfelagnum. Eisini kann hetta styrkja hug­in hjá útlendingum at gera íløgur í og at virka í Før­oyum, og harvið fáa til vega bæði váðafúsan kapital og vitan.
Táta
Ansast skal tó eftir, at hetta ikki gerst ein táta, sum polit­iska skipanin brúkar til at vísa framburð við og ikki ger sítt arbeiði á øðrum økjum, t.d. við at aðrar ætlanir steðga og at vit hugsa hetta inn í m.a ferðslunet, bústaðarpolitik, mentunarpolitikk og ar­beiðs­marknað. Stóratjørn er eitt privat átak, sum lyftir før­oyska ambitiónsstøðið al­mikið, og tí er alneyðugt at politiska skipanina torir og klárar at fylgja við.
Váði?
Váði er sjálvsagt eisin bund­in at slíkari ætlan. Talan er um eina vinnuliga verkætlan, sum íleggjararnir skulu vinna pen­ing burtur úr. Tí skal tað eisini bera seg. Skuldi tað hent, at verkætlanin steðg­aði mitt í arbeiðnum ella ikki ber seg, fær tað eisini fylgjur, tí nógvur kapitalur fer burtur eins og tað kann seta váðafýsni longur aftur enn í dag. Men Føroyar hava tørv á, at slíkar ætlanir verða gjørdar, at tær verða upp­graderaðar, og at tær fáa dynamikk frá einum av okk­ara egnu. Fyrsta stig­ið er sjálsagt at vita, um Tórshavnar Kommuna gevur neyðugu loyvini, og annars so er bara at fara til arbeiðis beinanvegin. Møguliga er tað so at verkætlanin kann betrast, neyvan fæst full semja um hvussu ein slík ætlan er best. Eisini er rætt at umhugsa um bygging á henda hátt elvir til ghettoir. Eg loyvi mær at ivast, tí okk­ara samfelagsskipan er nógv ørvísi enn í Grønlandi og Danmark, talan er ikki um so nógvar íbúðir í blokkum, nevniliga 100 og nýggj húsa­bygging er við síðuna av Stórutjórn.
Menning er broyting
Alheimsgerð og samfelags­menning snýr seg um at fylgja við tíðini, tillaga og betra seg, men eisini um at styrkja seg og finna serlig sterk økir. Tí er tað ein til­gongd, har neyðugt er at hyggja út handan hav, men eisini at hyggja inn eftir sær sjálvum. Neyðugt er at halda fast í sær sjálvum, men ikki so fast, at broyting og menning ikki ber til. Vit skulu ikki blaka føroyska mentan og virðir fyri borð, men brúka tey til at innrætta okkum eftir við teim nýggju avbjóðingunum sum eru. Stóra­tjørn skapar eitt meira altjóða umhvørvið til bæði arbeiði og frítið. Hetta kann verða ein kickstartari, sum ger Føroyar áhugaverdari hjá bæði útisetum og útlend­ingum. Stóratjørn gevur as­­falt­føroyingum fleiri tilboð og lyftir privata initiativ­ið uppá at kappast við granna­londini í umstøðum og tí eisini vinnuumhvørvi.