Heilt síðan fyrst í seksti-árunum hevur tað verði siður, at Sunnbingar
skipað fyri dansi 3 Jólakvøld, og soleiðis verður aftur í ár. Tey fyrstu mongu árini, var tað ein blandingur av góðum føroyskum
dansi, tvinnaður saman við Gardar Joesen á Harmoniku, men
síðan rútmiski tónleikurin, av álvara tók seg fram, hava Sunnbingar
altíð lagt seg eftir, at fáa dygdargóðar bólkar, at undirhalda slíkt kvøld.
Í ár er onki undantak í so máta.
Tí tá fer nevnliga bólkurin Mr.Country á pall, og hóast tað yvaleyst gerst
rúmd fyri onkrari vísu ið verður kvøðin, so verður tað uttan iva, hin
navnframi Jens Lisberg, ið verður høvusnavni 3 Jólakvøld.
Tað eru liðin meiri enn 20 ár síðan, Jens seinast stóð á palli í Sunnba,
og 3. jólakvøld í ár, verður serstakt.
Tí umframt hann og Arnbjørn Sivertsen, ið verður mettur sum ein hin
besti gittarleikarin í norðanlondum, so verður eisini bygdarsonurin og
skaldið Georg eystan Á við.
Tí tað eru júst teir tríggir ið mynda bólkin Mr.Country.