Stórfingin gáva til Ferðslutrygd

Vit eru P/F Norðoyatunlinum hjartaliga takksom fyri stórfingnu peningagávuna, sum telur um 10 % av árligu fíggjarætlanini hjá RFF. Hetta er ein stór viðurkenning av arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur Rúna Sivertsen, formaður

Á hátíðarhaldinum, tá Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu, fekk Ráðið fyri Ferðslutrygd handaðar 200.000 krónur í gávu frá P/F Norðoyatunlinum.
Í røðu sínari við tunnilsmunnan í Klaksvík leygardagin, segði formaðurin, Bergur í Garði, at undir øllum arbeiðinum við Norðoyatunlinum var stórur dentur lagdur á trygdina.
 
Nú Norðoyatunnilin verður latin upp fyri ferðslu, er tað okkara vón og  okkara áheitan, at vit, sum fara at nýta tunnilin, eisini koma at seta trygdina í hásæti.
Partafelagið Norðoyatunnilin ynskir, nú tunnilin verður tikin í nýtslu, at heiðra tí arbeiði, ið gjørt verður fyri at bøta um  ferðslutrygdina og ferðslumentanina  - serliga hjá okkara ungdómi.
 
Nevndin fyri Norðoyatunnilin hevur tí avgjørt at veita Ráðnum fyri Ferðslutrygd eina peningagávu stóra 200.000 kr. til hetta arbeiðið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ungir dreingir málbólkurin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tær 200 túsund krónurnar koma væl við hjá RFF, og fara at verða nýttar í arbeiðnum at bøta um trygd og hugburð, serstakliga hjá teimum ungu í ferðsluni.
Enn er ikk heilt greitt, hvat peningurn skal nýtast til, men serstakt átak á ávirka teir ungu dreingirnar verður uttan iva eitt av tiltøkunum. Ferðsluvanlukkurnar eru álvarsligast hjá ungum dreingjum millum 18 og 25 ár.
 
Tá, Rúna Sivertsen, formaður, fekk gávuna handaða, takkaði hon, og nýtti høvið at heita á øll, sum ganga, súkkla og koyra eftir vegunum kring alt landið, um at nýta størsta varsemi. Tí ferðslutrygdini hava vit øll ábyrgdina av hvør einstakur av okkum, segði hon.
 
 
Myndatekstur:
 
Bergur í Garði, formaður fyri Norðoyatunnilin, handar formanninum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúnu Sivertsen, stórfingnu peningagávuna. Peningur skal nýtast til at bøta um ferðslutrygdina og ferðslumentanina, serstakliga hjá unglingum
 
Mynd: Jens Kristian Vang