Stórfingin móttøka fyri Lindu

Í morgin kemur X-Factor vinnarin Linda Andrews til Føroya ? og skipað verður fyri stórfingnari móttøku

 

Tað byrjar á flogvøllinum, tá flogfarið lendir umleið klokkan 14. Har ber til hjá fólki at heilsa upp á Lindu.

 

Tað vera nógv fólk við í ferðalagnum. Fimm av teimum størstu bløðunum í Danmark eru við við eins og eitt sjónvarpslið frá Danmarks Radio.

 

Plátufelagið Sony Music, sum skal geva fløguna hjá X-Factor vinnaranum út, verður eisini við á ferðini, og tey hava ein professiónellan myndamann við, sum skal taka myndir til nýggju fløguna.

 

Linda Andrews verður flogin til Havnar við tyrluni hjá

Atlantsflog.

 

Klokkan 17 verður skipað fyri stórari móttøku í SMS, har Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fara at halda røðu. Har fer Linda at syngja og skriva autografar.

 

Rás2 sendir alt tiltakið beinleiðis frá klokkan 14 til 19.