Tað nervar sviar, at lond í Norðurlandaráðnum hugsa um at fara undir stórhvalaveiðu við útflutningi fyri eygað.
Hetta er greitt, eftir at svenski umhvørvismálaráðharrin, Kjell Larsson, hevur svarað einum fyrispurningi Jógvani við Keldu og Dan R. Petersen.
Teir báðir føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum hava spurt svenska umhvørvismálaráðharran, hvat tað eru fyri fyrivarni, Svøríki hevur tikið fyri brotinum um veiðu í frágreiðingini um burðardygga menning í Norðurlondum.
Jógan við Keldu og Dan R. Petersen gjørdu í fyrispurninginum vart við, at bæði føroyingar og íslendingar fleiri ferðir á ráðstevnuni um burðardygga menning í Oslo 2. og 3. apríl gjørdu vart við, at tað var óheppi, at Svørkíki tekur fyrivarni fyri brotinum um veiðu. Men hóast hetta, kom einki svar frá svium um, hvørki fyrivarnini vóru.
Men nú er greitt, at sviar eru bangnir fyri, at føroyingar og íslendingar fara at veiða stórhval og selja hann. Hetta helst tí, at sviar meta, at hetta kann skaða umdømið hjá Norðurlondum í heimshøpi.