Stóri og Laudrup vunnu

Lyngby vann hóskvøldið finaluna um Sælandsmeistaraheitið fyri old-boys lið. Lyngby spældi ímóti Næstved og vann 6-2 eftir umdyst. Ein av spælarunum á liðnum hjá Lyngby er fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen. Hann spælir á liði saman við millum annað Michael Laudrup, Allan Nielsen, Peter Nielsen, Morten Wieghorst og Bent Christensen. Henrik Larsen skoraði tvey av málunum hjá Lyngby, sum nú skal spæla um DM fyri old-boys.