Tá ið dagurin í morgin verður av, fara skúlarnir í heystfrí í eina viku. Heystfrítíðin er eina viku fyrr nú, enn hon var tað inntil fyri nøkrum árum síðani. Meðan heystfrítíðin í Føroyum er flutt fram, hava teir í Danmark flutt heystfrítíðina hinvegin. Donsku skúlarnir plagdu at hava heystfrí í vikuni frammanundan, at føroysku skúlarnir høvdu heystfrí. Nú hava donsku skúlarnir heystfrí í vikuni eftir, at føroysku skúlarnir hava havt heystfrí.
Í heystfrítíðini verða nógv tey flestu skurðfjøllini gingin. Tað valdast sjálvandi um veðrið. Men um tað er á einari leið, so munnu teir báðir næstu leygardagarnir at verða størstu fjaldagarnir.
Lítið fólk er vanliga í útoyggjunum. Í heystfrítíðini fjølgast fólkið nógv á smáplássunum. Hetta er bæði strevin og hugnalig tíð. Vónandi verður veðrið til vildar, og vónandi fer tað at gangast væl hjá fjallmonnunum og øllum teimum, sum stuðla teimum og hjálpa til.