Stórmøti á Hálsi

– Stórmøtini er helst størsta einstaka tiltakið, sum Heimamissiónin skipar fyri – tá ið vit ikki taka summarlegurnar við. Endamálið er at møta fólki, har tey eru, við gleðiboðskapinum um Jesus, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari í Heimamissiónini

##med2##

Um vikuskiftið verður Høllin á Hálsi í Havn karmur um árligu stórmøtini, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri.

– Tað eru veitsludagar, har nógv fólk koma saman, og nógv verður gjørt burturúr. Vit leggja eisini upp til, at øll familjan kann koma, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Heimamissiónini.

Stórmøtini eru upp á skift ymsastaðni í landinum. Í fjør vóru tey í Klaksvík og í fyrraárið í Runavík.

– Vit ynskja at røkka út kring landið. Men triðja hvørt ár hava vit stórmøtini í Havnini, tí at her býr størsti parturin av fólkinum. Tað ber sjálvandi til at spyrja, um tað er nógv mikið at hava eitt tiltak triðja hvørt ár í høvuðsstaðnum. Men her vilja vit ístaðin vísa til tey staðbundnu arbeiðini, sum hava tilknýti til Heimamissiónina og tað dagliga arbeiði, tey gera í høvuðsstaðnum, sigur Andrias Magnussen.

Føroyskir talarar – umsett til enskt

Møtini byrja fríggjakvøld og hildið verður á til sunnukvøldið, tá ið møtini enda. Í ár vera bara føroyskir talarar. Teir eru Torleif Johannesen, Símun P. Jacobsen, Ovi Brim, Bergur Debes Joensen, Kristian Martin Petersen, Ann Mari E. Kjølbro og Alfred Petersen.
Meðan møtini eru, verður skipað fyri barnaansing. Umframt vanlig møti eru tiltøk eisini fyri børn, juniorar og tey ungu. 

Øll møtini verða stroymað á netinum, og Lindin sendir eisini beinleiðis.

Tulkað verður eisini til enskt.

– Tað eru nógvir útlendingar í Føroyum. Bæði tey, ið eru gift við einum føroyingi, og tey, ið eru her í arbeiðsørindum. Vit ynskja eisini at røkka út til teirra, og hjá teimum ber til at fáa headsett í høllini, og tey fáa alt umsett til enskt, sigur aðalskrivarin.


Trýst á pílin undir myndini og hoyr prátið við Andrias Magnussen, ið var á FM1.

(Samrøða: Andrias Magnussen)