Kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Jarnbardur hava í dag vunnið á vestanstevnu. Harvið eru tær heilt væl fyri í FM kappingini, sum kanska longu er avgjørd, nú Gongurólvur, sum hevur næstflest stig í FM kappingini, ikki megnaði meiri enn triðja plássið.
Jarnbardur hevur 41 stig, og Gongurólvur hevur 35 stig. Tá ið tað bara luttaka fýra bátar ber tað ikki til at ímynda sær, at Jarnbardur skal verða tikin.
Jarnbardur var longu eftir startspurtin á odda. Fortuna megnaði tó at halda tørn, og fram ímóti at málið varð hálvrunnið, hingu genturnar úr Vestmanna bara ein skut aftanfyri Jarnbard. Men so dragnaði, og tað var rættuliga skjótt, at munurin varð broyttur til tað mesta av einari bátslongd. Fortuna gav ikki upp. Vestmannakvinnur bjóðaðu av aftur, og í endaspurtinum minkaði munurin støðugt. Tá ið Jarnbardur fór um málið, var Fortuna bara skutin frá málinum.
Starturin hjá Gongurólvi ikki góður, og Gongurólvur megnaði ongantíð at hótta næstfremsta plássið. Á málinum var Gongurólvur fleiri bátslongdir aftanfyri Fortunu og fleiri bátslongdir frammanfyri Lóm.
Mynd: Jarnbardur
Sigurin á vestanstevnu ber við sær, at tað skal ganga meira enn óvanliga illa á ólavsøku, um Jarnbardur ikki skal vinna FM-heitið
Mynd: Jens Kr. Vang