Hoyvíkingar mugu sigast at vera serstakliga væl koyrandi í steypakappingini hjá monnum, tí bæði Atlantic Airways-liðið og 1. deildarliðið hjá felagnum eru komin víðari í hálvfinalurnar, har H71 tí eigur tvey av fýra liðum. Teoretiskt kann steypafinalan hjá monnum vera millum H71 og H71…
Besta mansliðið hjá H71 var mikukvøldið í Vestmanna, har tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki. VÍF var á odda 12-11 í hálvleikinum og økti við tveimum málum beint eftir steðgin, men so kom H71 annars í gongd og skoraði seks ferðir, uttan at VÍF fekk mál, og síðani fingu hoyvíkingar styrkt sær leiðsluna, so dysturin endaði 30-24 til H71.
Í gjárkvøldið var tað so næstbesta mansliðið, ið tók ímóti StÍF í Hoyvík. Her bendi fyrri hálvleikur ikki endiliga á, at nakar óvæntaður vinnari fór at koma, tí H71 fekk einki mál síðstu 10 minuttirnar, so StÍF var á odda 11-8 í steðginum. Men beint eftir steðgin skoraði H71 fýra ferðir á rað og legði seg á odda, og tá avtornaði, eydnaðist at halda fast, so H71 við 25-22 sendi StÍF úr kappingini.
Neistin á tromini
Tann drúgvasti av mansdystunum mikukvøldið var tann í høllini á Hálsi millum grannarnar úr Neistanum og Kyndli. Á pappírinum skuldi Neistin væl og virðiliga havt munin, men Kyndil vildi tað øðrvísi og legði stórt trýst á, so uppgávan gjørdist alt annað enn løtt hjá Neistanum.
Kyndil rann undan í fyrra hálvleiki, sum endaði 17-17, men í seinna hálvleiki var tað Neistin, ið var frammanfyri, men í evstu løtu javnaði Kyndil til 29-29, so umdystur mátti til. Her gekk javnt á fyrstu fimm minuttirnar, tá Neistin fekk strítt seg framum við einum máli, men seinnu fimm minuttirnar hevði Neistin væl og virðiliga munin og vann tí dystin við seks málum, 38-32.
Leygardagin spældu Team Klaksvík og KÍF í landskappingini, og tá vunnu kollfirðingar við 11 málum. Teir høvdu tó skálkin við, at skerda manningin hjá Team Klaksvík kundi avrika meira í steypadystinum nakrar dagar seinni, og mikukvøldið gekk sjón fyri søgn.
Við munandi betur manning megnaði Team Klaksvík at halda kollfirðingum á pínubonkinum allan dystin á tamb. KÍF var á odda við einum máli í hálvleikinum, 13-12, og slapp ongantíð ordiliga frá Team Klaksvík, og støðan var 23-23, tá bara heilt fá sekund vóru eftir og KÍF fekk sigursmálið til 24-23. So eisini her vantaði sera lítið í, at neyðugt var við umdysti, men KÍF megnaði altso at halda høvdið kalt í avgerandi løtuni.
Alt sum væntað
Samanborið við, at tað hendi bæði eitt og annað í fjórðingsfinalunum hjá monnunum, so hendi hjá kvinnunum lítið annað enn tað, ið væntast kundi. Her vunnu favorittarnir sínar sigrar, og teir vóru í øllum trimum førunum sannførandi.
Kvinnurnar hjá Neistanum og VÍF høvdu spælt í Havn eina viku frammanundan, og tá vann Neistin við fýra málum. Nú møttust liðini í Vestmanna, men tær bláu sóu bara uppaftur sterkari, tí longu í fyrra hálvleiki var leyst millum liðini við 16-11, og tá avtornaði, kom VÍF betur frá seinna hálvleiki, men fekk einki flutt, so Neistin vann 32-26.
Dysturin í Runavík millum Tjaldur og Stjørnuna var ein endurtøka av steypafinaluni síðsta vár, men her var ikki nógv, ið líktist, tí Tjaldur megnar framvegis ikki ordiliga at hótta hini liðini. Stjørnan koyrdi avstað, var á odda 12-9 í hálvleikinum og vann at enda eisini dystin 29-23.
Triði dysturin hjá kvinnunum var í Havn í gjárkvøldið, tá Kyndil vann á StÍF. Eisini her var tað nógva longu hálvavegna avgjørt eftir fyrsta hálva tíman, tí Kyndil var á odda 16-11 í hálvleikinum, og hóast StÍF kom eitt sindur fyri seg eftir steðgin, vann Kyndil við seks málum, 29-23.
Enn er fjórðingsfinalan hjá VB og næstbestu kvinnunum hjá VÍF eftir at spæla, og ikki er enn greitt, nær hon verður. Annars verða hálvfinalurnar spældar við einum heimadysti og einum útidysti, og eftir skránni skulu tær spælast síðst í januar mánaði.