Tað var gott lag á Toftum mikukvøldið. Trý stig komu til høldar ímóti EB/Streymi, og harvið verður B68 við í stríðnum um heiðursmerkini, tá ið tað eftir mánaðarskiftið verður farið undir aftur landskappingina.
Men tað tók sína tíð, áðrenn tað var greitt, at heimaliðið skuldi vinna. Tá stórur tími var farin, gekk - so segði hann - av báðum endum. Innanfyri eitt korter vórðu fimm mál skorað, og EB/Streymur var leingi væl við. Tá støðan var 2-2, hevði Sorin Anghel góðan møguleika at leggja EB/Streym á odda. Hann var einsamallur við B68 málverjanum, sum hann royndi at draga framvið. Men hann kom ov langt út í borðið, og so varð vinkulin ov spískur, og einki spurdist burturúr.
Eina aðra ferðina gjørdist Ronnie Samuelsen púra leysur. Hann tóktist vera rættuliga frammarlaga og ivaleyst rangstaddur, men floytan segði einki. So var spenningurin stórur, men einki spurdist burturúr, tí Albert Sævarsson vann tvídystin. At B68 málverjin var stinnur og sannførandi kom enn eina ferð B68 sera væl við.
Bílig mál
Talan var um nógvar nærdystir, og tá var tað týðuligt, at tyngdin í heimaliðnum var størri, enn hon var hjá mótstøðumonnunum. Øssur Hansen var noyddur at taka seg aftur í steðginum, men tað tóktist ikki bila so nógv, tí B68 miðvøllurin, sum sammett við tann hjá mótstøðuliðnum var yvirmannaður - teir vóru tríggir sentralt í 3-5-2 uppstilling, meðan mótstøðuliðið var í 4-4-2 uppstilling, var fyri tað mesta omaná.
Í 1. hálvleiki kom eitt mál, tá ið lítil hálvur tími var farin. Tá var lotið, sum B68 hevði undan, einki at tosa um, og málið var rættuliga bíligt. John Heri Dam gyppaði høgt og langt miðskeiðis av mótstøðuhelvtini í vinstru og heilt frá síðulinjuni. Bólturin fór heilt høgt, áðrenn hann dalaði niður frammanfyri tvørtræið og aftanfyri málverjan og so var 1-0.
Seinna umfarið var átjan minuttir gamalt, tá ið tað aftur var javnt. Og aftur hesa ferð var talan um støðu, har mótstøðuliðið hjálpti væl til. Dánial Hansen, sum eftir tvey mál ímóti VB var afturvaldur sum álopsspælari hjá B68, var í egnum brotsteigi fyri at hjálpa til, tá ið fríspark varð sent innfyri. Men álopsmaðurin var so mikið óheppin, at hann við høvdinum snittaði bóltin í málið aftanfyri sín egna málverja.
So var EB/Streymur aftur í støðuni, sum teir høvdu viljað hugsað sær, men tað gingu bara tveir minuttir, so var aftur mótbrekka. B68 fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið varð trillað upp á tvørs til Fróða Benjaminsen, sum lyfti í bleytan boga upp um manngarðin og dygst inn undir samankomingina.
B68 var harvið frammanfyri 2-1, men mótið svann ikki úr gestunum. Fimm minuttir seinni høvdu teir fríspark, sum Egil á Bø trillaði upp á tvørs til Magna á Lakjuni, sum smekkaði til. Vart varð fyri, men EB/Streymur varðveitti álopið, og so eydnaðist tað miðvallaranum í høgru, Marna Djurhuus, at skjóta eitt sera vakurt mál og harvið at javna til 2-2. Han dró eitt sindur upp á tvørs, gjørdi einar tvær skotfintur, og so lyfti hann í bleytum boga í málið.
Harvið tóktist alt aftur púra opið, gestirnir fegnaðust, men tað mundu teir gera í so nógv av. Minuttin eftir var aftur mál til B68. Hesa ferð var Súni Fríði Johannesen fyrstur á returbóltinum, eftir at ikki serliga harðlig roynd ímóti málinum í bleytum boga hevði siglt í tríkantssamankomingina, áðrenn bólturin stakk í vøllin inni undir málinum.
Hjá EB/Streymi var tað líka mikið, um teir taptu við einum ella tveimum málum. Teir spentu síðstu løtuna álopsbogan, men hann brast. Álopini hjá teimum gjørdust ikki heilt vandamikil, tí teir fyri tað mesta oystu langar sendingar fram í B68 brotsteigin, har Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen og Jákup Eli Olsen høvdu gott tak á - ikki minst í luftkrígnum.
Tólv minuttir undan dystarenda staðfesti heimaliðið sigurin, og aftur var talan um eitt sindur margháttligt mál. Eftir innlegg úr høgru og afturum handara stólpan stútaði Súni Fríði Johannesen heilt bleytt. Málverjin fylgdi aftaná bóltinum, men gjørdi einki við hann, og so brast bólturin í handara stólpan, áðrenn hann støkk inn um strikuna til 4-2.
Hjá EB/Streymi sum hjá so mongum øðrum mundi tað koma væl við, at hetta var síðsta ferðin undan summarsteðginum. Í 2. hálvleiki fóru spælarar hjá teimum tvær ferðir av vøllinum, tí teir vóru skaddir í nærdysti.
B68-EB/Streymur 4-2 (1-0)
1-0: John Heri Dam 28.
1-1: sjálvmál 63.
2-1: Fróði Benjaminsen 65.
2-2: Marni Djurhuus 70.
3-2: Súni Fríði Johannesen 71.
4-2: Súni Fríði Johannesen 78.
Dómari: Páll Augustinussen
B68: Albert Sævarsson - Arnbjørn Danieslen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen - Bogi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 88.), Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen (Jóhan Petur Poulsen, 46.), John Heri Dam (Mannbjørn Nesá, 84.) - Súni Fríði Johannesen, Dánial Hansen
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Arnbjørn Danielsen, Jann Ingi Petersen
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Hallur Jacobsen (Esmar Eiðisgarð, 55.), Egil á Bø, Gert Hansen, Eyðfinn Joensen - Marni Djurhuus (Jákup Martin Joensen, 89.), Ronnie Samuelsen, Marek Vierzbicki, Magni á Lakjuni - Hans Pauli Samuelsen (Bárður Olsen, 80.), Sorin Anghel
Gult kort: Marni Djurhuus